Uppreistrarmenn tikið valdið

Uppreistrarmenn tikið valdið
Ukrainska verjumálaráðið sigur, at russiskt sinnaðir uppreistrarmenn hava tikið ukraniskar hermenn til fanga í býnum Debaltseve
Uppreistrardeildir hava tikið valdið í pørtum av Debaltseve har eysturi í Ukraina í Donetsk-landspartinum
Mynd: AP  
 
18.02.2015 - 11:42

Uppreistrarmenninir leypa á býin, og teir fáa stuðul frá stríðsvognum, verður sagt. Fleiri túsund ukrainskir hermenn eru í Debaltseve, sum hevur stóran týdning í Donetsk-landspartinum har eysturi í landinum.

Umleið 8.000 stjórnarhermenn eru í býnum, men uppreistrardeildirnar hava valdið í pørtum av býnum. Harðir bardagar eru í Debaltseve, hóast vápnahvíld kom í gildi sunnunáttina.

SÍ EISINI Lítil virðing fyri vápnahvíldini: Fimm latið lív

Amerikanski varaforsetin, Joe Biden, fordømir brotini á vápnahvíldina í Ukraina og sigur, at russiskt sinnaðu uppreistrardeildirnar hava skyldina.

- Heldur Russland á at bróta avtalurnar, sum vórðu gjørdar í Minsk, eisini ta seinastu, sum skrivað varð undir 12. februar, fer tað at kosta Russlandi dýrt, sigur Joe Biden.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 4. juni
Morgunlestur hósdagur 4.juni 2026
208843
Mikudag 3. juni
Radio SALT - 030626
209266
Mikudag 3. juni
Dylan 85 (4:4)
209251
Mikudag 3. juni
Skratsj 3. juni 2026
209243
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 3. juni
Undir egið borð - teknmálstulkað
209264
Mikudag 3. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
209233
Týsdag 2. juni
Veðrið
209207
Mánadag 1. juni
Veðrið
209155