Søkja eftir nýggjum giktlækna

Søkja eftir nýggjum giktlækna
Fyrradagin søkti Landssjúkrahúsið eftir serlækna í giktsjúkum at byrja 1. juni. Verandi giktlækni fer úr starvinum, verða umstøðurnar ikki broyttar
Landssjúkrahúsið søkir nú eftir nýggjum giktlækna. Pero Sore, ið er í starvi, sigur, hann gevst, batna umstøðurnar ikki
 
19.02.2015 - 08:20

Freistin at søkja starvið er til 1. apríl. Ein giktlækni er á Landssjúkrahúsinum, men hann hevur fyri triðju ferð hótt við at fara úr starvinum, tí hann er misnøgdur við arbeiðsumstøðurnar og leiðsluna á Landssjúkrahúsinum.

Í drúgvum skrivi til fjølmiðlarnar sigur Pero Sore, giktlækni, at eru hansara umstøður á Landssjúkrahúsinum ikki batnaðar fyri 28. februar, sum er leygardagurin í næstu viku, fer hann úr starvi sínum.

Í lýsingini eftir giktlækna sigur Landssjúkrahúsið, at tað fegið vil hava meira gransking, og at til ber at seta av tíð til gransking.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 25. oktober
Bolero 25. oktober 2026
215336
Sunnudag 25. oktober
Guðstænasta í Havnar kirkju
215335
Leygardag 24. oktober
Jambalaja - 241026
215314
Leygardag 24. oktober
LEITISSTEIN 23.10.26
215313
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 25. oktober
Bygdarlív 2 - Porkeri
215341
Sunnudag 25. oktober
Andakt
215339
Sunnudag 25. oktober
Guðstænasta í Havnar kirkju
215334
Leygardag 24. oktober
Sement-finalan 2026
215329