Navn sett á hann: »Jihadi John« avdúkaður

Navn sett á hann: »Jihadi John« avdúkaður
Sambært bretska kringvarpinum, BBC, eitur IS bøðilin Mohammed Emwazi, og er ættaður úr London. Higartil hevur navnið verðið hildið loyniligt
Navn er nú sett á »Jihadi John«, ið hevur hálshøgt fleiri fólk fyri Islamskan Stat síðan august í fjør
Mynd: AP  
 
26.02.2015 - 13:47

Navnið á tí sonevnda Jihadi John hevur higartil verið hildið loyniligt við atliti at kanningararbeiðinum hetta seinasta hálva árið.

Mohammed Emwazi, ið hevur hálshøgt fleiri vesturlendingar fyri yvirgangsfelagsskapin Islamiskan Stat, varð føddur í Kuwait, men vaks upp í London, sambært BBC.

Longu tá fyrsta sjónbandið, har Jihadi John hálshøgdi ein tíðindamann, varð kunngjørt á netinum, var illgruni um at hann var bretskur, tá hann hoyrdist tosa.

Greinin heldur fram niðanfyri

Fyrstu ferð, Jihadi John sást á sjónbandi, var í august 2014, tá ið hann hálshøgdi amerikanska tíðindamannin, James Foley. Seinni sást upptøkan á internetinum.

Hildið verður, at hann eisini var við til at hálshøgga onnur tíðindafólk, tveir heilsuhjálparar og ein hýruvognsførarara, eftir at hann meldaði seg í Islamskan Stat.

Fyrr í februar sást Jihadi John eisini í eini sjónbandsupptøku, tá ið ein japanskur tíðindamaður varð hálshøgdur, og eisini tær upptøkurnar vórðu lagdar út á netið.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 3. august
Poppverturin 10
208464
Sunnudag 2. august
Tónleikur í 13 øldir (5:10)
210349
Sunnudag 2. august
Guðstænasta úr Eiðis kirkju
211484
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 31. juli
Veðrið
211454
Mikudag 29. juli
Reyðar baklyktir á vegnum
16327
Mikudag 29. juli
Tórshavnar Big Band: Minnist tú enn
75425
Mikudag 29. juli
Upp á gólv - Ólavsøkudagur
211375