Striltið hjá Grikkalandi at rinda skuld aftur

Striltið hjá Grikkalandi at rinda skuld aftur
Grikkaland hevur trupult at rinda skuldina hjá landinum aftur. Landið noyðist annaðhvørt at rinda lán aftur ella at rinda sosialar veitingar
Tað gongur striltið hjá grikkum at rinda skuld hjá landinum aftur. Landið noyðist annaðhvørt at rinda lánini aftur ella at brúka pening til sosialar veitingar - landið hevur ikki ráð til bæði tvey
Mynd: AP  
 
23.03.2015 - 15:10

Tað gongur striltið hjá grikkum at rinda skuld hjá landinum aftur, sæst í einum brævi frá grikska forsætisráðharranum til týska kanslaran, sum í dag verður endurgivið í Finacial Times.

Í brævinum ávarar grikski forsætisráðharrin, Alexis Tsipras, um at stjórn hansara kann verða noydd at velja millum at rinda lán ella at halda fram við at rinda sosialar veitingar.

Greinin heldur fram niðanfyri

Meginparturin av lánunum hjá Grikkalandi eru fra altjóða valutagrunninum, IMF. Alexis Tsipras hittir í dag týska kanslaran, Angelu Merkel, í Berlin.

Týskland heldur fast um, at Grikkaland skal gera umfatandi nýskipaninir fyri at fáa tey lánini, sum higartil hava forðað fyri, at landið er farið á húsagang.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 28. august
RagnarRokk: Gus G um Steel Burner
212034
Hósdag 27. august
RagnarRokk 27.august 2026
211825
Hósdag 27. august
RagnarRokk: Temka um HUN
211823
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 28. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212386
Hósdag 27. august
Veðrið
212358
Mikudag 26. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212290
Týsdag 25. august
Veðrið
212262
Týsdag 25. august
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
212244