Friðarligt - og tó: Tvey skeinkistøð stongd

Friðarligt - og tó: Tvey skeinkistøð stongd
Tvey skeinkistøð í Suðuroy vórðu í nátt stongd, tí skeinkistøðini ikki hildu seg til halgidagslógina, sigur vakthavandi á politistøðini
Løgreglan stongdi tvey skeinkistøð á Tvøroyri í nátt, tí tey ikki virdu halgidagslógina, og skonktu aftaná midnátt
 
03.04.2015 - 10:40

 Páskirnar hava higartil verið friðarligar hjá løgregluni, uttan á Tvøroyri, har løgreglan í nátt stongdi tvey skeinkistøð, tí tey ikki virdu halgidagslógina.

- Poltiið var á vitjan, tí skeinkistøðini skonktu aftaná midnátt. Loyvishavarin fær nú eina heilsan frá fútanum, sigur John Kruse, vakthavandi á politistøðini.

Tað eru trupulleikar serliga á páskum, tí loyvishavarar halda, tey kunnu hava longri opið enn ásett er í halgidagslógini, sigur John Kruse við útvarpið.

Tey bæði skeinkistøðini á Tvøroyri fáa nú eina bót sendandi, fyri ikki at virða ásetingarnar í halgidagslógini, sigur vakthavandi á politistøðini.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 3. juli
HM-tíðindi 3. juli 2026
210478
Fríggjadag 3. juli
Morgunlestur
210452
Hósdag 2. juli
RagnarRokk 2.juli 2026
210388
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 1. juli
Dagur og vika - teknmálstulkað
210384
Týsdag 30. juni
Veðrið
210360