Grønland vil selja fisk til Iran

Grønland vil selja fisk til Iran
Altjóða handilstiltøkini móti Iran verða helst linkað í kjalarvørrinum á kjarnorkuavtaluni. Tað kann fáa handilsligan týdning fyri Grønland
Nýggja kjarnorkuavtalan, ið seks lond gjørdu við Iran í seinastu viku, kann fáa týdning fyri Grønland, ið vil selja fisk til Iran
 
08.04.2015 - 08:48

Nú Iran, tey fimm føstu limalondini í ST-trygdarráðnum og Týskland hava gjørt nýggja kjarnorkuavtalu, er líkt til, at altjóða handilstiltøkini móti Iran verða linkað, og tað kann fáa týdning fyri Grønland.

Longu í 2013 bað iranski sendiharrin í Danmark um fund við fólkatingskvinnuna, Doris Jakobsen, um møguleikar fyri samhandli millum Grønland og Iran.

Hamid Bayat, sendiharri, segði, at Iran hevur áhuga fyri at innflyta fisk og at samstarva við Grønland um gransking og tøknifrøðiliga menning.

Mælir til at taka samband uppaftur

Samráðingarnar steðgaðu, men nú ein kjarnorkuavtala er gjørd, mælir Doris Jakobsen grønlendska landsstýrinum til at taka sambandið við Iran uppaftur.

- Tað hevur stóran týdning fyri Grønland, at ein peningasterkur marknaður sjálvur vendir sær til okkara og biður um at sleppa at keypa okkara fisk, sigur Doris Jakobsen.

Doris Jakobsen heitir á landsstýrið um at taka sambandið við iransku myndugleikarnar uppaftur, so Grønland er til reiðar, tá tiltøkini verða sett úr gildi.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 4. juni
Morgunlestur hósdagur 4.juni 2026
208843
Mikudag 3. juni
Radio SALT - 030626
209266
Mikudag 3. juni
Dylan 85 (4:4)
209251
Mikudag 3. juni
Skratsj 3. juni 2026
209243
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 3. juni
Undir egið borð - teknmálstulkað
209264
Mikudag 3. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
209233
Týsdag 2. juni
Veðrið
209207
Mánadag 1. juni
Veðrið
209155