Fyrsta fólkadrápið í nýggjari tíð

Fyrsta fólkadrápið í nýggjari tíð
Frans Pávi ákærir nú Turkaland fyri at hava framt fyrsta fólkadrápið í nýggjari tíð, tá hálvonnur millión armenar doyðu í Fyrra Verðaldarbardaga
Frans Pávi ákærir Turkaland fyri fyrsta fólkadrápi í nýggjari tíð
Mynd: Huffingtonpost.com  
 
12.04.2015 - 10:29

Í samband við, at tað í ár eri liðin 100 ár síðan hálvonnur millión armenar, undir Fyrra Verðaldarbardaga, vóru tikinir av døgum í Turkalandi, helt Frans Pávi minningargudstænastu í Vatikaninum í dag, har hann brúkti orðingina "fólkamorð." Hetta skrivar BBC í dag.

Pávin hevur verið undir stórum trýsti, fyri at hava brúkt orðingina fólkadráp, men Frans Pávi sigur, at hann nýtir somu orðingina, sum undangongumaður hansara, Jóhannus Paul Pávi Annar, áður hevur brúkt. Hann vil ikki siga meira um orðingina, tá hann vil ikki ganga turkisku stjórnini ov nær. Frans Pávi sigur, at tað er umráðandi at minnast og æra minnið um tey deyðu, so søgan ikki verður gloymd og kann endurtaka seg.

Turkiska grannalandið, Armenia, hevur fleiri ferðir gjørt vart við allar deyðsgongurnar, sum fleiri hundraðtúsund armenarar máttu ganga undir Fyrra Verðaldarbardaga, tá Osmanniska Ríkið stóð fyri falli. 

Turkaland, hinvegin, sigur, at tað doyðu bert 300.000 til 500.000 túsund armenar í hesum deyðsgongum undir Fyrra Verðaldarbardaga, og at flestu teirra doyðu av svongd. Turkiska stjórnin er í øðini at Turkaland skal verða lagt undir størsta, og fyrsta, fólkadráp í nýggjari tíð.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 3. juni
Morgunlestur mikudagur 3.juni 2026
208841
Týsdag 2. juni
Tá Washington bankar upp á í Nuuk
209189
Týsdag 2. juni
Morgunlestur týsdagur 2.juni 2026
208840
Mánadag 1. juni
Við Tórði á túri í Edinburgh
209154
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 3. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
209233
Týsdag 2. juni
Veðrið
209207
Mánadag 1. juni
Veðrið
209155
Sunnudag 31. mai
Guðstænasta úr Vesturkirkjuni
209050