Yvirvekt minkar um vandan fyri minnisloysi

Yvirvekt minkar um vandan fyri minnisloysi
Tað eru 24 prosent minni sannlíkindi fyri at tjúkk fólk fáa demens, staðfestir nýggj gransking, ið tó skal takast við ávísum fyrivarni
Sannlíkindini, fyri at tjúkk fólk fáa minnisloysi (demens), eru 24 prosent minni, vísir nýggj gransking
 
15.04.2015 - 10:05

Líður tú av ovurfiti, ert tú í 24 prosent minni vanda fyri at menna demens seinni í lívinum. Tað siga bretskir granskarar í nýggjari kanning. Hetta er sostatt í beinleiðis andsøgn til verandi heilsutilmæli, skrivar BBC.com.

- Hetta er mótsøgn til nærum allar, um ikki allar, kanningar, sum fyrr eru gjørdar. Og leggur tú tær allar saman, so druknar okkara kanning allar - bæði í stødd og neyvleika, sigur høvuðsrithøvundin og læknin Nawab Qizilbash.

Úrslitini eru almannakunngjørd í tíðarritinum, The Lancet Diabetes & Endocrinology. Í nærum 20 ár hava granskarar greinað heilsuupplýsingar frá nærum tveimum milliónum bretum, sum í miðal eru 55 ára gomul.

Skal takast við fyrivarni

Greiningin vísir, við størsta fyrivarni, at kløn fólk eru í 39 prosent størri vanda fyri at menna demens samanborið við fólk, sum hava normala vekt.

Tey, sum líða av ovurfiti, eru hinvegin í 18 prosent størri vanda fyri at fáa demens, og fyri feit fólk er vandin 24 prosent størri. Tað merkir tó ikki, at fiti nú brádliga er fríkent fyri at verða heilsuskaðiligt, siga granskararnir.

- Tú kanst ikki út frá hesum siga, at tað er í lagi at líða av ovurfiti og eru feit. Sjálvt um tað hevur verjandi ávirkan, so livur tú møguliga ikki nóg leingi til at fáa hesar fyrimunir, sigur Nawab Qizilbash, lækni.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 16. oktober
Vikuskiftið 16 okt 2026
214929
Fríggjadag 16. oktober
LEITISSTEIN 16.10.2026 (Telemama)
214923
Fríggjadag 16. oktober
Beinleiðis úr Studio 5 - Flákra
214897
Fríggjadag 16. oktober
RagnarRokk: Robert Richter um Cold Velvet
214017
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 16. oktober
Veðrið
214926
Hósdag 15. oktober
Leivur vil liva
214858
Hósdag 15. oktober
Veðrið
214846
Mikudag 14. oktober
Svart gull (1:2)
50120
Týsdag 13. oktober
Úr savninum: Havið ímillum (2:2)
110938