- Tíðindi, mentan og ítróttur
Løgreglan: Flóttafólk tveittu kristin fyri borð
Í Italia hevur politiið handtikið 15 muslimsk flóttafólk, tí illgruni er um, at tey hava tveitt 12 flóttafólk fyri borð úr einum báti, sum tey flýddu við úr Libya til Italia.
Flóttafólkini, sum vórðu tveitt fyri borð, vóru øll kristin, og hildið verður, at tey øll hava latið lív, skriva BBC og CNN. Tilsamans 105 fólk vóru í bátinum, sum fór úr Libya týsdagin og setti kós móti Italia.
Sjónaváttar siga, at tað kom til ilnar millum fólk umborð, og at 12 kristin flóttafólk vórðu tveitt fyri borð. Mikudagin tók italska sjóverjan flóttafólkini á bátinum upp og flutti tey til Palermo í Sisilia, har tey 15 fólkini vórðu handtikin.
Greinin heldur fram niðanfyri
Italian police arrest 15 African Muslim migrants after claims they threw 12 Christian men overboard in fight on boat http://t.co/e8NgelX0fJ
— BBC Breaking News (@BBCBreaking) April 16, 2015
Tey handtiknu eru ættað av Fílabeinsstrondini, Senegal, Mali og Guinea, og tey eru skuldsett fyri morð sum hevur uppruna í átrúnaðarligum haturi, skrivar BBC.
Hvørt ár royna fleiri túsund flóttafólk úr Afrika at koma sær inn á evropeiska meginlandið í bátum og skipum. Hetta er ein sera vandafull ferð, tí higartil í ár eru 500 fólk deyð í royndini at sleppa yvirum.
Mett verður, at bara hesa vikuna eru 400 flóttafólk druknað í Miðjarðarhavinum, tá báturin, tey vóru í, holvdist.