Boð eftir bjargingartyrluni tvær ferðir

Boð eftir bjargingartyrluni tvær ferðir
Bjargingartyrlan var fríggjadagin tvær ferðir á skipum eftir monnum. Fyrru ferðina hjá einum íslendskum skipi, seinnu ferðina hjá føroyskum skipi
Tvær ferðirnar vóru boð eftir bjargingartyrluni fríggjadagin. Fyrru ferð var hon hjá einum íslendskum skipi, seinnu ferð hjá einum føroyskum skipi
 
19.04.2015 - 09:54

Tvær ferðirnar var boð efttir bjargingartyrluni hjá Atlantic Airways fríggjadagin, sigur vakthavandi hjá MRCC, Tórshavn, Eli Lyngvej-Larsen.

Fyrru ferðina var klokkan tvey fríggjanáttina. Tá fleyg tyrlan eftir einum manni á íslendska svartkjaktaskipinum, Beitir, ið var statt 110 fjórðingar sunnanfyri Suðuroynna.

Fáar tímar seinni, klokkan átta fríggjamorgunin, var tyrlan aftur á somu leið eftir einum manni. Ein maður umborð á Christiani í Grótinum varð tá flogin á Landssjúkrahúsið til viðgerðar.

Vakthavandi á MRCC Tórshavn vil ikki siga, hvat feilti monnunum, tyrlan var eftir. Bert at teir høvdu tørv á lækna og viðgerð, og at tyrlan tí fleyg menninar á Landssjúkrahúsið.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 28. oktober
Mono - 4. sending. 281026
215537
Mikudag 28. oktober
Aftaná - Partur 3: Kroppurin
215433
Mikudag 28. oktober
Eitt korter við klassiskum
215520
Týsdag 27. oktober
Norðurlandaráðsfundur og val í Ísrael
215449
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 29. oktober
BIRITA
215462
Mikudag 28. oktober
Einabúgvin í Kvívíksskor
215485
Mikudag 28. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215541
Mikudag 28. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215542