Færri doyggja hóast fleiri fáa staðfest krabbamein

Færri doyggja hóast fleiri fáa staðfest krabbamein
14 prosent færri danir doyggja av krabbameini nú sammett við fyri 15 árum síðani. Milliardaíløgan í krabbameinsøkið hevur loyst seg
14 prosent færri danir doyggja í dag av krabbameini, sammett við um aldarskiftið, hóast 20 prosent fleiri danir fáa sjúkuna
 
19.04.2015 - 11:55

Alsamt fleiri danir fáa staðfest sjúkuna, krabbamein. Høvuðsorsøkin er, at miðallivialdurin í Danmark er farin upp seinnu árini.

Færri og færri danir doyggja nú av krabbameini, hóast fleiri fáa staðfest sjúkuna, vísa nýggj tøl hjá Kræftens Bekæmpelse, sambært danska blaðnum, Politiken, leygardagin.

Í 2012 fingu 34.812 danir staðfest krabbamein, ið eru 20 prosent fleiri enn um aldarskiftið. Í 2012 doyðu 15.527 danir av krabbameini, ið er ein minking uppá 14 prosent sammett við aldarskiftið.

Samfelagsíløga hevur loyst seg

Høvuðsorsøkin, til at alsamt færri danir doyggja av krabbameini, er milliardaíløgan, ið er gjørd í krabbameinsøkið í Danmark seinastu árini, sigur Kræftens Bekæmpelse.

- Milliardaíløgur og áhaldandi politiskt og læknaligt fokus síðani aldarskiftið, síggjast nú aftur, sigur Hans Storm, læknaligur varastjóri hjá Kræftens Bekæmpelse, sambært Politiken.

Krabbamein verður uppdagað skjótari, viðgerðin er skjótari og betri, heilivágurin er betri og viðgerðin er miðvísari nú í Danmark, sigur Hans Storm hjá Kræftens Bekæmpelse

Málið hjá donsku stjórnini er, at tríggir av fýra sjúklingum skulu yvirlivað sjúkuna í 2025. Til sammetingar kemur annarhvør sjúklingur í Danmark frá sjúkuni við lívinum í dag.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 19. juni
Vikuskiftið 19 juni 2026
209945
Fríggjadag 19. juni
HM-poddurin: Fyrsta vikan
209929
Fríggjadag 19. juni
RagnarRokk: Thomas Eriksen um Monolitt
209099
Fríggjadag 19. juni
Morgunlestur fríggjadagur 19.juni 2026
209566
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 19. juni
Veðrið
209937
Fríggjadag 19. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
209901
Hósdag 18. juni
Veðrið
209894
Týsdag 16. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
209810
Týsdag 16. juni
Veðrið
209804