Nýggj kanning varpar ljós á kynsligu misnýtsluna

Nýggj kanning varpar ljós á kynsligu misnýtsluna
Útivið triðihvør ungdómur í Grønlandi hevur roynt at taka lívið av sær og annarhvør hevur umhugsað tað, kemur fram í nýggjari kanning
Stórur partur av grønlendingum, ið hava verið fyri kynsligum ágangi, fáa trupulleikar seinni í lívinum, kemur fram í nýggjari kanning
 
22.04.2015 - 17:00

Ein nýggj kanning, ið grønlendska familju- og vælferðarstýrið hevur bílagt, vísir, at stórur partur av grønlendskum ungdómi hava verið fyri kynsligum ágangi.

Stórur partur av børnum í Grønlandi, sum hava verið fyri kynsligum ágangi, fáa trupulleikar seinni í lívinum, kemur fram í nýggju kanningini.

Kanningin, ið grønlendska familju- og vælferðarstýrið hevur bílagt vísir, eisini, at greiður samanhangur er millum kynsliga ágangin og stórar trupulleikar millum ung.

Tak niður kanningina her: Unge i Grønland (PDF-skjal, letur upp í nýggjum kaga)

Endamálið við kanningini er at økja um vitanina um kynsliga ágangin, títtleikan av kynsligum ágangi móti børnum, og hvat kynsligi ágangurin merkir fyri hesi børn.

Misbrúktu børnini drekka illa

Vitanin skal brúkast í arbeiðnum at fyribyrgja kynsligum ágangi móti børnum. Úrval av ungum millum 18 og 25 ár hava svarað spurnarbløðum, telefonsamrøður eru gjørdar við fleiri og upplýsingar eru fingnar til vega frá grønlendsku hagstovuni.

Kanningarnar vísa millum annað, at ung, sum í barnaárum hava verið fyri kynsligum ágangi, millum annað byrja tíðliga og nýta stórar nøgdir av rúsdrekka, tey roykja nógv hash og hava lágt sjálvsvirði.

Harumframt vísa kanningarnar hjá granskarunum eisini, at ungar gentur, sum vóru kynsliga misbrúktar sum børn, sjáldan fara undir útbúgving eftir fólkaskúlan, - og at tær gjørdust við barn á ungum árum.

Brúka kanningarúrslitið fyribyrgjandi

Vónin hjá granskarunum, sum hava gjørt kanningarnar, eru, at úrslitini kunnu hjálpa til í fyribyrgjandi arbeiðnum móti kynsligari misnýtslu av børnum.

- Týdningamikil partur av trupulleikunum, sum Grønland hevur við unga ættarliðnum, hongur saman við, at nógv ung hava verið fyri kynsligum ágangi. Tí er tað gongd leið at styrkja fokusið, sum grønlendska landstingið hevur á fyribyrging, sigur Else Christiansen, seniorgranskari.

Else Christiansen, seniorgranskari, hevur, saman við Siddhartha Baviskar, seniorgranskara, gjørt kanningarnar.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 6. juni
Radio Stjernekilde - Partur 3
209129
Leygardag 6. juni
Morgunlestur leygardagur 6.juni 2026
208845
Fríggjadag 5. juni
Vikuskiftið 5 juni 2026
209362
Fríggjadag 5. juni
LEITISSTEIN 05.06.2026 (Kóboykex)
209353
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 5. juni
Føroyar - Georgia, seinni dystur
209359
Fríggjadag 5. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
209348
Hósdag 4. juni
Veðrið
209319
Mikudag 3. juni
Undir egið borð - teknmálstulkað
209264
Mikudag 3. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
209233