Video: Gosfjall í Kili vaknað úr dvala

Video: Gosfjall í Kili vaknað úr dvala
Gosfjallið, Calbuco, i Kili fór at goysa í gjár, og sendir øsku og royk fleiri kilometrar upp. Myndugleikarnir hava flutt fólk burtur í økinum
Calbuco gosfjallið í Kili hevur ikki goyst í 42 ár og er vaknað úr dvala. Gosfjallið sendir í løtuni royk og øsku fleiri kilometrar upp í luftina
Mynd: AP  
 
23.04.2015 - 08:30

Lokalir myndugleikar siga, at 1500 fólk eru flutt burtur, skrivar tíðindastovan, Ritzau. Tilbúgvin í økinum er sett til reytt, sambært AFP tíðindastovuni.

Greinin heldur fram niðanfyri

Calbuco, ið er 2003 metrar høgt, er við Puerto Montt og ferðafólkabýin Puerto Varas, umleið 1.000 kilometrar frá høvuðsstaðnum, Santiago.

Kili liggur í sonevnda "eldringinum" og hevur 500 virkin gos. Tað er bert Indonesia, ið hevur fleiri aktiv gos, skrivar Ritzau. Seinast, Calbuco goysti, var í 1972.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 24. august
Veðrið
212203
Fríggjadag 21. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212086
Fríggjadag 21. august
Veðrið
212114
Hósdag 20. august
Veðrið
212065
Mikudag 19. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212006