Klaksvíkar Sjúkrahús fær hjálp úr Havnini

Klaksvíkar Sjúkrahús fær hjálp úr Havnini
Klaksvíkar sjúkrahús hevur lænt eitt doyvingartól frá Landssjúkrahúsinum at nýta til tær 40 skurðviðgerðirnar, sum eru í vanda fyri at verða útsetta
 
06.05.2015 - 10:37

Í dag er ætlanin at finna eitt tól afturat, sigur Heri Ellingsgaard, stjóri á Klaksvíkar sjúkrahúsi.

Í gjár segði Jákup Petersen, yvirlækni á Klaksvíkar sjúkrahúsi, við Útvarpið, at er doyvingarútgerð ikki fingin til vegar alt fyri eitt, noyddist hann at útseta 40 skurðviðgerðir.

Doyvingartólini hjá Klaksvíkar sjúkrahúsi kunnu ikki brúkast, tí væta var komin í tey.

Heri Ellingsgaard sigur, at hann fer at kanna í dag, um til ber at umvæla tólini. 

Sambært stjóranum eru skurðviðgerðirnar, sum krevja doyving, í næstu viku og í aðru viku.

Les eisini: Umhugsa at útseta skurðviðgerðir í Klaksvík

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 24. apríl
Morgunlestur fríggjadagur 24.apríl 2026
207138
Hósdag 23. apríl
RagnarRokk 23.apríl 2026
206722
Hósdag 23. apríl
Kvørnin: "Wolfgang"
207484
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 23. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
207494
Hósdag 23. apríl
Veðrið - teknmálstulkað
207493
Hósdag 23. apríl
Sært tú fuglin? III 2:4
207489