Jean-Marie Le Pen kanska aftur í Front National

Jean-Marie Le Pen kanska aftur í Front National
Tað var í mai í ár, at hann varð koyrdur úr flokkinum, tí hann hevði ov víðgongdar útsagnir um eitt nú jødatýningarnar.
 
03.07.2015 - 10:32

Jean-Marie le Pen, sum stovnaði politiska flokkin Front National í Fraklandi, kann vera á veg í flokkin aftur. Ein dómstólur hevur gjørt av at ógilda avgerðina, at koyra 86 ára gamla Le Pen úr egna flokki sínum, og at hann eigur at fáa limaskap aftur í flokkinum.

Marine Le Pen, dóttir Jean-Marie Le Pen, hevur, síðani hon rak pápa úr flokkinum og sjálv tók við sum forkvinna í 2011, roynt at broyta profilin hjá flokkinum og ikki minst at lúka út í beinleiðis rasistiskum og anti-jødiskum útsagnum hjá limum í flokkinum. Tí fall tað heldur ikki í góða jørð, tá Jean-Marie Le Pen í apríl sló jødatýningarnar undir seinna heimsbardaga upp í glens.

- Jean Marie Le Pen kann nú aftur brúka skrivstovu sína og øll amboð, sum stóðu honum í boði, og hann kann sita í nevndum, ið hann var partur av sum heiðursformaður, sigur advokatur hansara, Frederic Joachim, við franskar miðlar.

Sostatt er vandi fyri, at stríðið millum Jean-Marie Le Pen og dóttrina, núvernadi forkvinnuna í flokkinum, Marine Le Pen, byrjar aftur.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 18. august
Ja ella nei til ES?
211969
Týsdag 18. august
Ung lesa 7.partur - Kroppur og Sálarlív
210836
Mánadag 17. august
Poppverturin 12
208466
Mánadag 17. august
Fótbóltsprát: Troyttir KÍ'arar
211911
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 19. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212006
Týsdag 18. august
Veðrið
211985
Týsdag 18. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211970
Mánadag 17. august
Veðrið
211923
Leygardag 15. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211870