Í varðhald fyri at geva vaktarmanni nevan frammaná

Í varðhald fyri at geva vaktarmanni nevan frammaná
Maður varðhaldsfongslaður í grundlógaravhoyring fyri harðskap. Noktar seg sekan.
Varðhaldið í Mjørkadali.
 
11.07.2015 - 15:40

Ein 49 ára gamal maður varð í Føroya rætti í dag varðhaldsfongslaður í fýra vikur, skuldsettur fyri harðskap.

Hann er skuldsettur fyri at hava givið einum vaktarmanni í SMS nevan í andlitið.

Hetta var seinnapartin í gjár, tá maðurin varð biðin um at fara úr SMS, tí hann var drukkin. Men í staðin fyri at gera, sum vaktarmaðurin bað hann um, gav maðurin vaktarmanninum nevan. 

Politiið tók mannin seinni seinnapartin í gjár, tá hann hevði brotið ein rút í einum húsum.

Maðurin er ein kenningur hjá politinum, so politiið avgjørdi at biðja um grundlógaravhoyring í dag fyri at fáa mannin varðhaldsfongslaðan. Maðurin noktar seg sekan í harðskapi, men hann varð varðhaldsfongslaður í fýra vikur.

Órudd í hagan um

Í dag fekk politiið boð um órudd við Syðradalsskarð við Oyggjarvegin. Sambært politinum í Havn er líkt til, at onkur hevur ruddað ein kjallara ella eitt úthús, tí har liggja timbur, ein ár, boyur og ymiskt annað.

Tað er ólógligt at tveita burturkast soleiðis í náttúrina. Politiið kannar nú, um til ber at finna tann, sum hevur givið Syðradalsskarði og ikki Brennistøðini óruddið.    

  

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 27. mai
Morgunlestur mikudagur 27.mai 2026
208231
Týsdag 26. mai
Morgunlestur týsdagur 26.mai 2026
208229
Mánadag 25. mai
Eitt undur at vit kláraðu tað
208777
Mánadag 25. mai
Uttanduraguðstænasta av ovara vølli.
208771
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 26. mai
Veðrið
208816
Mánadag 25. mai
Andaktin 2. Hvítusunnudag
208776
Mánadag 25. mai
Uttanduraguðstænasta í Gundadali
208770