Framsýning av lutum frá yvirgangsatsóknini á Utøya

Framsýning av lutum frá yvirgangsatsóknini á Utøya
Í dag eru fýra ár liðin síðani yvirgangsatsóknirnar í Noreg, sum Anders Behring Breivik framdi í Oslo og á Utøya
 
22.07.2015 - 08:24

Í Oslo lótu átta fólk lív og 30 fólk fingu skaða, tá ein 950 kilo-stór bilbumba sprongdist og oyðilegði seks bygningar hjá stjórnarráðum og skrivstovuna hjá forsætisráðharranum.

Í Utøya lótu 69 fólk lív, og 69 fingu skaða.

Í næstu viku letur upp framsýning av lutum frá hesum yvirgangsatsóknum, - millum annað verða sýndar fram restirnar av bilinum, sum varð sprongdur í luftina og falska løgreglukortið hjá Breivik.

Framsýningin verður opin í fimm ár og verður í stjórnarbygninginum í miðbýnum í Oslo, har umvælingararbeiði framvegis verður gjørt eftir yvirgangsálopið.

Ikki allir norðmenn eru samdir um, at lata upp slíka framsýning á staðnum, har fleiri fólk lótu lív. - Nógv av teimum hava ikki tørv á at verða mint á yvirgangsmannin, sigur sakførarin hjá nøkrum av teimum, sum sluppu undan atsóknunum á lívi.

Hann vísur á, at tað hevði verið óhugsandi, at ognarlutir hjá Osama bin Laden høvdu verið sýndir fram á Ground Zero í New York, eftir yvirgangsálopið 11. september 2001, sum al-Keida-leiðarin legði tilrættis.

Fyriskipararnir siga hinvegin, at framsýningin skal virka sum kunningarátak, og hon er gjørd í samstarvið við nøkur avvarðandi. 
- Vit eiga ikki at gloyma hesa hending. Vitan er týdningarmesta amboð móti hatri, harðskapi og víðgongd, sigur norski kommunu- og moderniseringsráðharrin, Jan Tore Sanner.

36 ára gamli Anders Behring Breivik varð dømdur 21 ára varðhaldsviðgerð. 

Í ár skipar sosialdemokratiska ungmannafelagið  fyri fyrstu ferð eftir yvirgangsálopini, aftur fyri summarlegu á Utøya. Legan verður í august-mánað.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 26. juni
Morgunlestur fríggjadagur 26.juni 2026
209943
Hósdag 25. juni
RagnarRokk 25.juni 2026
208977
Hósdag 25. juni
RagnarRokk: Chris Poland um Black Flame
208976
Hósdag 25. juni
RagnarRokk: Darren Charles um Void
208974
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 26. juni
Veðrið
210218
Fríggjadag 26. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
210202
Hósdag 25. juni
Veðrið
210179
Mikudag 24. juni
Myndlist í Føroyum (3:11)
108824
Mikudag 24. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
210107