Grikkaland biðið um enn eitt lán

Grikkaland biðið um enn eitt lán
Hesaferð hevur grikska stjórnin biðið Valutafondin IMF um lán.
 
25.07.2015 - 14:48

Grikkaland hevur aftur biðið um enn eitt lán. Hesaferð hevur grikska stjórnin biðið Valutafondin IMF um lán, skrivar DR.

Flestu londini í heiminum eru limir í IMF, ið verður mettur sum ein lagaligur grunnur. Men IMF hevur verið útskeldað av griksku borgarunum.

Fyri Týskland er tað tó avgerandi, at IMF er við, og tískil hava grikkar nú vent sær til IMF fyri at sleppa burturúr fíggjarliga óskilinum.

Grikkaland hevur tørv á 86 milliardum evrum í stuðli, og grikska stjórnin adkvøddi í síðstu viku fyri teimum fyrstu fýra lógunum, sum skulu fáa fíggjarstøðuna í Grikkalandi á rætt lag aftur.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 7. august
RagnarRokk: Frode Glesnes um Lifeblood
209147
Hósdag 6. august
RagnarRokk 6.august 2026
209832
Hósdag 6. august
RagnarRokk: A.A.Williams um Solstice
209828
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 5. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211581
Týsdag 4. august
Veðrið
211558
Fríggjadag 31. juli
Veðrið
211454