Tríggir dystir í dag

Tríggir dystir í dag
19. umfar í bestu mansdeildini í fótbólti verður spælt nú seinnapartin
 
02.08.2015 - 14:06

Spennandi botndystur

Mest spennandi dysturin er kanska botndysturin millum EB/Streym og AB, sum verður spældur á Skála klokkan trý. Liðini liggja ávikavist niðast og næstniðast við 7 og 9 stigum. Skal annað av liðunum hava nakran møguleika at sleppa undir niðurflyting, so er ein sigur í dag alt avgerandi. 

Hinir dystirnir eru millum HB og TB á ovara vølli í Gundadali. Tann dysturin byrjar longu klokkan hálvgum trý. 
Víkingur og KÍ bresta saman í Sarpugerði klokkan trý. Og klokkan fimm tekur oddaliðið B36 móti FC Suðuroy í Gundadali. Hetta er aðru ferð innan eina viku, at FC Suðuroy vitjar í Havn. Ólavsøkudag spældi liðið ein málleysan javnleik móti HB. 

Síðsti dysturin hetta umfarið í bestu mansdeildini í fótbólti verður leiktur í annaðkvøld, tá NSÍ tekur ímóti ÍF við Løkin í Runavík. 

B36 á odda

Støðan í bestu mansdeildini í fótbólti undan 19. leikumfarinum er annars tann, at B36 er á odda við 39 stigum, NSÍ er á øðrum plássi við 37 stigum, Víkingur er á triðja plássi við 36 stigum, síðan koma HB við 31 stigum, KÍ við 26, ÍF og TB við 20 stigum, FC Suðuroy hevur 15 stig, og niðast eru, sum nevnt, AB og EB/Streymur við ávikavist 9 og 7 stigum. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 30. juli
RagnarRokk 30.juli 2026
209740
Hósdag 30. juli
RagnarRokk: Phil Pendergast um Khemmis
209739
Mikudag 29. juli
Ringreiðin 2026
211376
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 29. juli
Reyðar baklyktir á vegnum
16327
Mikudag 29. juli
Tórshavnar Big Band: Minnist tú enn
75425
Mikudag 29. juli
Upp á gólv - Ólavsøkudagur
211375
Mikudag 29. juli
Tingið verður sett - teknmálstulkað
211373