Gjørt sáttmála við norskt felag um tunlar

Gjørt sáttmála við norskt felag um tunlar
Eitt norskt felag hevur skrivað undir sáttmála um at gera forprojekt og kappingargrundarlag fyri Eysturoyartunnilin og Sandoyartunnilin
Norska felagið Norconsult hevur skrivað undir sáttmála um at gera forprojekt og kappingargrundarlag fyri Eysturoyartunnilin og Sandoyartunnilin
 
12.08.2015 - 09:00

Tað er Norska felagið Norconsult, sum hevur skrivað undir sáttmála um at gera forprojekt og kappingargrundarlag fyri Eysturoyartunnilin og Sandoyartunnilin.

Norconsult sigur í dag, at arbeiðið byrjar nú í august, og sáttmálin er verdur 42 milliónir norskar krónur, sum eru 34,5 mió. kr. danskar.

Arbeiðið hjá Norconsult skal vera liðugt í juni næsta ár fyri Eysturoyartunnilin og í juni 2017 fyri Sandoyartunnilin. Norconsult var eisini við, tá Vágatunnilin og Norðoyatunnilin vórðu gjørdir.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 13. juni
Radio Stjernekilde - Partur 4
209130
Leygardag 13. juni
Morgunlestur leygardagur 13.juni 2026
209286
Fríggjadag 12. juni
Vikuskiftið 12 juni 2026
209654
Fríggjadag 12. juni
Praktikanturin #15: Anna Fríða Magnussen
209647
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 13. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
209664
Fríggjadag 12. juni
Veðrið
209653
Hósdag 11. juni
Veðrið
209587
Mikudag 10. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
209502