Hendan er (kanska) skjótt søga

Hendan er (kanska) skjótt søga
88 prosent av tónleikasøluni er nú talgild, meðan bert 12 prosent stava frá fløgusølu, vísa nýggjastu tølini hjá donsku tónleikavinnuni
Sølan av talgildum tónleiki er nú so stór, at fløgan kanska fer í søguna, vísa nýggjastu sølutølini, ið samtakið hjá donsku tónleikavinnuni hevur gjørt
 
19.08.2015 - 11:55

88 prosent av samlaðu søluni av tónleiki í Danmark nú er talgilt, vísir uppgerð yvir søluna av tónleikafløgum fyrstu seks mánaðirnar í ár, sambært ifpi, samtakinum hjá donsku tónleikavinnuni.

Sølan stavar annaðhvørt frá stroymingtænastum ella frá at tónleikur verður tikin niður á netinum. Bara 12 prosent av inntøkunum stava sostatt frá sølu av fysiskum vørum so sum fløgum og plátum.

Í tráð við tøkniligu gongdina

Minkingin í fløgusøluni gevur ábending um stóru kollveltingina, sum er hend seinastu árini, har tænastur sum Spotify, Wimp og AppleMusic er komnar á marknaðin.

- Fyri fimm árum síðani var stroyming marginal inntøkukelda fyri tónleikafeløgini. Í dag stendur stroymingin fyri 72 prosentum av inntøkunum hjá tónleikafeløgum frá innspældum tónleiki.

- Tað er ein undrunarverd gongd, sum vísir, at bæði tónleikavinnan og brúkarin eru farin nýggjar leiðir seinastu árini, sigur stjórin í tónleikasamtakinum, ifpi, Jakob Pleisner Mathiassen.

Fløgusøla minkar, stroyming veksur

Samanborið við fyrra hálvár í 2014, er sølan av fløgum nú minkað við 35 prosentum og talið av download er minkað við 13 prosentum.

Hinvegin eru inntøkur fyri stroyming vaksnar við 14 prosentum. Samlaði søluinntøkan er hækkað við 0,4 prosentum, og tað svarar til 186 milliónir krónur.

Danir stroyma meira enn 800.000 ymsik heitið um dagin og meira enn 100 milliónir sangir um vikuna, skrivar tíðindastovan, Ritzau.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 30. apríl
Mono - Minimalisma í tónleiki (2:5)
191228
Mikudag 30. apríl
LEITISSTEIN 29.04.2025
191213
Mikudag 30. apríl
KÍ og NSÍ eru í klassa fyri seg
191209
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 30. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
191210
Týsdag 29. apríl
Veðrið
191187
Mánadag 28. apríl
Suðuroyartunnilin og skuggatølini
191130
Sunnudag 27. apríl
Møti í Berøa í Saltangará.
191117
Sunnudag 27. apríl
Andakt
191114