Kanna um kirkjurnar skulu friðast

Kanna um kirkjurnar skulu friðast
Føroya stiftsstjórn fer nú at kanna, um allar kirkjur í Føroyum, sum eru eldri enn 100, eiga at friðast
Føroya stiftsstjórn hevur sett sær fyri at kanna, um neyðugt er at friða allar kirkjur í Føroyum, sum eru 100 ár ella eldri. Kirkjan í Mykinesi er ein av kirkjunum, sum er eldri enn 100 ár
Mynd: Savnsmynd/Bjarni Mohr  
 
25.08.2015 - 13:52

Er neyðugt at friða allar kirkjur, sum eru 100 ár ella eldri, tá fleiri teirra eru at kalla eins, hóast áhugaverd frábrigdi eru?

Hetta er ein spurningur, sum Føroya stiftsstjórn hevur sett sær fyri at kanna og fáa svaraðan. Stiftsstjórnin hevur tí verið í Bergen fyri at vita, hvussu tey gera har.

Lutfalsliga færri kirkjur friðaðar í Noregi

Jógvan Fríðriksson, bispur, tekur á heimasíðuni folkakirkjan.fo fram spurningin, um gomlu friðaðu kirkjurnar í Føroyum fremst av øllum eru fornminni, har sum atlitini at fornminninum vinna á kirkjuni sum halgidómur í nýtslu.

Í dag vilja limir í fólkakirkjuni, at kirkjan hevur møguleikan til sosiala samveru og átøk, sum seta onnur krøv til bygningin enn áður. Nútíðin krevur, at tey saniteru viðurskiftini eru í lagi.

Vit eru í 2015 og ikki í 18. ella 19. øld eftir Kristi føðing, skrivar Jógvan Fríðriksson. Í Noregi eru lutfalsliga nógv færri kirkjur friðaðar enn í Føroyum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 21. februar
Jambalaja - 210226
204591
Leygardag 21. februar
Vikugesturin: Øll hava rætt til verju
204585
Leygardag 21. februar
Upp á tá - 200226
204584
Leygardag 21. februar
Vikan 21. februar 2026
204582
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 22. februar
Guðstænasta úr Kvívíkar kirkju
204615
Sunnudag 22. februar
Andaktin við Rasmusi Petersen
204613
Leygardag 21. februar
Steypafinalan hjá kvinnum: VÍF - Kyndil
204604
Leygardag 21. februar
Steypafinalan hjá monnum: Kyndil - H71
204607
Leygardag 21. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
204575