Undirtøkan fyri norska kongshúsinum dalað

Undirtøkan fyri norska kongshúsinum dalað
Serliga er stuðulin minkaður til krúnprinsahjúnini Haakon og Mettu-Marit
Kongshúsið á vitjan í Stavanger í juli í fjør
Mynd: NRK  
 
21.02.2026 - 14:09

Seks av hvørjum 10 íbúgvum í Noregi, 18 ár ella eldri, siga seg stuðla kongshúsinum, og tað er afturgongd. Fyri einum mánaði síðani stuðlaðu sjey av 10 kongshúsinum. Tað vísur kanning, sum er gjørd fyri norska kringvarpið NRK.

Hetta er minsta undirtøkan fyri kongshúsinum, sum Norstat nakrantíð hevur gjørt fyri NRK. Kanningin var gjørd í hesi vikuni, 17. til 19. februar , og 1009 fólk vóru spurd og óvissan er 3 prosentstig.

Stýrisskipanin og kongur

Parturin, sum vil hava øðrvísi stýrisskipan í landinum er farin úr 19 prosentum í januar upp í 27 prosent í februar. Samstundis er Haraldur kongur, sum fyllir 89 ár í dag, framvegis sera væl umtóktur. Norski kongurin fær í miðal 9,2 á einum stiga frá 1 til 10, tá ið spurt verður, hvussu gott umboð hann er fyri kongshúsið. Sonja drotning fær 8,6 .

Krúnprinsahjúnini fáa hinvegin ikki so góð skotsmál. Hákun krúnprinsur fær 7,9 í miðal, - hann fekk 8,8 í seinastu kanning fyri hálvum øðrum ári síðani. Og Metta-Marit krúnprinsessa er farin úr 7,4 í januar niður í 3,7 nú.

Krúnprinsessan undir trýsti

Krúnprinsessan hevur verið í truplari støðu seinastu tíðina, eftir at nýggj skjøl eru almannakunngjørd í málinum móti amerikanska kynsbrotsmanninum Jeffrey Epstein, sum vístu umfatandi samband millum tey bæði. 

Samstundis er sakarmálið móti soni hennara Marius Borg Høiby, sum er skuldsettur fyri fleiri lógarbrot, eitt nú misnýtslu í nærsambondum og neyðtøku, í gongd í landsrættinum í Oslo.
 

Mynd Stuðulin til kongsveldið er minkaður nógv. Men tá fólk verða biðin um at meta um einstøku limirnar í kongsfamiljuni, fær Haraldur kongur næstan toppstig. Hendan myndin er frá tá kongur og drotningin, krúnprinsurin Ingrid Alexandra og Sverre Magnus prinsur vitjaðu í Stavanger í juli í fjør.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 18. oktober
Bolero 18 oktt 2026
214959
Sunnudag 18. oktober
Filosofiskur (5)
214898
Leygardag 17. oktober
Jambalaja - 171026
214942
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 18. oktober
Andaktin við Jørgeni Frantz Andreasen
214952
Sunnudag 18. oktober
Møti úr Nerija á Skála
214961
Leygardag 17. oktober
Sement 2026 (3:3)
214954
Fríggjadag 16. oktober
Veðrið
214926
Hósdag 15. oktober
Leivur vil liva
214858