ISIL oyðilagt 2000 ára gamalt tempul í Sýria

ISIL oyðilagt 2000 ára gamalt tempul í Sýria
Nú er tað staðfest, at yvirgangsfelagsskapurin, ISIL, hevur oyðilagt ein av týdningarmestu bygningunum í gamla sýriska býnum, Palmyra.
 
01.09.2015 - 10:09

Fylgisveinamyndir, sum ST hevur almannakunngjørt, vísa, at høvuðsbygningurin í gamla Bel-templinum er lagdur í oyði. Templið er 2000 ára gamalt og var kent fyri at vera í góðum standi.

Palmyra stendur á listanum hjá Unesco fyri heimsarv, sum skal varðveitast. Býurin verður ofta nevndur Perlan í Oyðimørkini.

ISIL hertók Palmyra frá sýrisku stjórnardeildunum fyrr í ár. Fyri tveimum vikum síðan hálshøgdu fólk hjá ISIL tann 82 ára gamla fornfrøðingin, Khaled Assad, sum í yvir 40 ár var leiðari fyri fornminnini í Palmyra.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 6. august
RagnarRokk 6.august 2026
209832
Hósdag 6. august
RagnarRokk: A.A.Williams um Solstice
209828
Týsdag 4. august
Ung lesa 5.partur - Hungursleikirnir
210832
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 5. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211581
Týsdag 4. august
Veðrið
211558
Fríggjadag 31. juli
Veðrið
211454