Vilja hava Føroyar í EFTA

bannari
Vilja hava Føroyar í EFTA
Nýggja landsstýrissamgongan ætlar at fáa Føroyar upp í EFTA, og fer at stremba eftir sjálvstøðugum limaskapi í EFTA
Í samgonguskjalinum, ið varð undirskrivað mánadagin, stendur, at samgongan fer at stremba eftir sjálvstøðugum limaskapi í EFTA, Norðurlandaráðnum, WTO, heimshandilsfelagsskapinum, og IOC, sum er Altjóða olympiska nevndin
Mynd: KvF  
 
15.09.2015 - 08:32

Í samgonguskjalinum stendur, at samgongan fer at stremba eftir sjálvstøðugum limaskapi í EFTA, Norðurlandaráðnum, WTO, heimshandilsfelagsskapinum, og IOC, sum er Altjóða olympiska nevndin.

Í EFTA eru fýra lond, sum ikki eru í ES. Tey eru Ísland, Noreg, Sveis og Liktinstein. EFTA og ES hava samstarv, sum verður kallað EBS samstarvið. Samgongan ætlar at endurskoða uttanríkispolitisku heimildarlógina frá 2005.

SÍ EISINI EFTA? Nei takk!

Tjóðveldi og Framsókn hava áður sagt at uttanríkispolitiska heimildarlógin hevur bundið enn meira fyri møguleikanum hjá føroyingum at virka millum onnur fólk í heiminum.

Flokkarnir siga, at við hesi lógini varð fyri fyrstu ferð samtykt ein donsk fatan av einum donskum eindarríki, føroyingar bara eru fulltrúar vegna Danmark á altjóða pallinum.

Nýggja samgongan ætlar eisini at fáa betri handilssáttmálar við onnur lond og fríhandilshandilsavtalu við ES.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 30. september
Mono - Gissur Patursson - 300926
214057
Mikudag 30. september
Eitt korter við klassiskum tónleiki
214040
Mikudag 30. september
Orðaval #38: Málsøga
214020
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Mikudag 30. september
Gylta gullið (4:5)
25026
Mikudag 30. september
Myndlist í Føroyum (1:11) - teknmálstulkað
214037