Átta fólk vilja samskipa Fargen

Átta fólk vilja samskipa Fargen
Størvini sum verkætlanarleiðari og samskipari av Fargen verða væntandi sett um 14 dagar
 
17.09.2015 - 08:55

12 fólk hava søkt størvini sum annaðhvørt verkætlanarleiðari ella at samskipa Fargen verkætlanina. Freistin at søkja var úti mánadagin.

Fýra hava søkt starvið sum verkætlanarleiðari. Hann skal standa fyri at fremja arbeiðið at menna ein infrastruktur fyri genomanalysu í Føroyum.

Átta hava søkt tíðaravmarkaða hálvtíðarstarvið sum samskipari til Fargen verkætlanina. Samskiparin skal standa fyri arbeiðinum at kunna um Fargen verkætlanina, og at útvega fólk at vera við í verkætlanini.

Ætlanin er, at verkætlanin skal byrja sum skjótast, og hon fer at halda fram til í juli í 2017.

Guðrið Andorsdóttir, stjóri í Ílegusavninum, sigur, at tey ætla at bera skjótt at, og hon væntar at størvini verða sett um einar 14 dagar.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 1. november
Filosofiskur 6.partur
215646
Leygardag 31. oktober
Jambalaja - 311026
215699
Leygardag 31. oktober
Upp á tá - 301026
215695
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 31. oktober
Landsinnsavning hjá Reyða Krossi 2026
215711
Fríggjadag 30. oktober
BIRITA - teknmálstulkað
215688
Fríggjadag 30. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215687
Fríggjadag 30. oktober
Møti úr Nerija á Skála - teknmálstulkað
215672