Aldur laksur og endurnýtt brúsuvatn tey bestu í ár

Aldur laksur og endurnýtt brúsuvatn tey bestu í ár
Bakkafrost og Defined Energy ársins virki og átak 2015.
Fyri aðru ferð er Bakkafrost ársins virki í Føroyum.
 
26.09.2015 - 09:39

Fyri aðru ferð er Bakkafrost kosin ársins føroyska fyritøka vinnudagin, sum var í gjár. Bakkafrost var eisini ársins virki í 2009.

Fyritøkan Defined Energy er ársins átak í 2015.  

Fyritøkan í Gøtu hevur ment ein hitavekslara, sum endurnýtir hita úr heita vatninum undan brúsum til at hita kalda vatnið, áðrenn tað rennur aftur í ketilin.

Hitavekslarin er longu settur upp í svimjihylunum í Havn og á Skála, men fyritøkan ætlar sær meira.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 2. november
Veðrið
215775
Sunnudag 1. november
Andakt við Dann Johannesen
215717
Sunnudag 1. november
Guðstænasta úr Nólsoyar kirkju
215723