Vil sleppa heimaftur til USA

Vil sleppa heimaftur til USA
Edward Snowden, amerikanski varskógvarin, ið hevur fyribils politiskt friðskjól í Russlandi, vil nú sleppa heimaftur, sigur hann í sjónvarpssamrøðu
Edward Snowden, amerikanski varskógvarin, vil nú sleppa heimaftur til USA úr Russlandi, har hann í løtuni hevur politiskt friðskjól
Mynd: Savnsmynd/AP  
 
06.10.2015 - 09:42

Amerikanski varskógvarin Edward Snowden, sum hevur verið í Russlandi, síðani hann lak trúnaðarupplýsingar um umfatandi loynilurting hjá USA, vil sleppa heimaftur. Tað segði hann í eini samrøðu við BBC í gjárkvøldið.

Hann greiddi frá, at hann fleiri ferðir hevur boðið sær til at koma aftur til USA fyri at fáa sína revsing har, men myndugleikarnir eru enn ikki komnir við nøkrum formligum tilboði.

Edward Snowden hevur fingið fyribils politiskt friðskjól í Russlandi.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 2. august
Tónleikur í 13 øldir (5:10)
210349
Sunnudag 2. august
Guðstænasta úr Eiðis kirkju
211484
Sunnudag 2. august
Møti úr Elim
211469
Leygardag 1. august
Radio Stjernekilde - Partur 11
209138
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 31. juli
Veðrið
211454
Mikudag 29. juli
Reyðar baklyktir á vegnum
16327
Mikudag 29. juli
Tórshavnar Big Band: Minnist tú enn
75425
Mikudag 29. juli
Upp á gólv - Ólavsøkudagur
211375