Virus funnið í rognkelsi, ið skal avlúsa laksin

Virus funnið í rognkelsi, ið skal avlúsa laksin
Virus er funnið í rognkelsum í Íslandi, ið eru tikin, tí yngul skuldi seljast alibrúki í Føroyum. Rognkelsi verða brúkt til at taka laksalús
Virus er fyri fyrstu ferð funnið í íslendskum rognkelsum, hvørs yngul skuldu seljast føroyskum alibrúki at taka laksalús
 
27.10.2015 - 08:34

Íslendska matvørueftirlitið kunnger, at hetta er fyrstu ferð, at hetta virus er staðfest í fiski í Íslandi. Virusið er ikki skaðiligt fyri fólk. Virusið er funnið í rognkelsum, sum vórðu fiskað í Breiðafirði seint í summar.

Fyri knappliga ári síðani varð farið undir at útflyta yngul frá rognkelsum til eitt alibrúk í Føroyum. Men nú verður steðgað á, meðan alistøðin, har virusfongdu rognkelsini eru, verður sóttreinsað, upplýsir íslendska matvørueftirlitið.

Virusið funnið í umleið 80 fiskasløgum

Virusið, sum nú er funnið í Íslandi, er funnið í okkurt um 80 fiskasløgum um allan heimin, bæði í villum fiski og í aldum fiski.

Fyrstu ferð, virusið varð staðfest, var miðskeiðis í farnu øld. Í 1964 var virusið funnið í aldum ælabogasílum í Egtved í Danmark. Virusið fekk tí navnið Egtvedsjúka, men eitur annars VHS-virus.

Talan er um álvarsliga fiskasjúku. Fráboðanarskylda er um virusið, og tá tað er staðfest, verður allur smittaður fiskur tikin av og fyribeindur.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 13. juni
Radio Stjernekilde - Partur 4
209130
Leygardag 13. juni
Morgunlestur leygardagur 13.juni 2026
209286
Fríggjadag 12. juni
Vikuskiftið 12 juni 2026
209654
Fríggjadag 12. juni
Praktikanturin #15: Anna Fríða Magnussen
209647
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 13. juni
Eystanstevna 2026: 5 mf kvinnur
209680
Leygardag 13. juni
Eystanstevna 2026: 6 mf kvinnur
209681
Leygardag 13. juni
Eystanstevna 2026: 10 mannafør
209679
Leygardag 13. juni
Eystanstevna 2026: 5 mf gentur 17-18 ár
209678
Leygardag 13. juni
Eystanstevna 2026: 5 mf dreingir 17-18 ár
209677