Mentamálráðið fingið frágreiðing

Mentamálráðið fingið frágreiðing
Landsverk læt mikudagin Mentamálaráðnum eina frágreiðing um Marknagilsdepilin, ið hevur elvt til høvuðbrýggj í landsfyrisitingini
Mentamálaráðið fekk mikudagin eina frágreiðing frá Landsverki, nú ábendingar eru um, at Marknagilsdepilin verður hálvt ár seinkaður
 
29.10.2015 - 10:57

Poul Geert Hansen, aðalstjóri í Mentamálaráðnum vildi í gjár ikki útgreina nærri, hvat stendur í frágreiðingini, tí landsstýriskvinnan í mentamálum hevur ikki sæð frágreiðingina enn.

Tað, sum í seinastuni hevur verið frammi í miðlunum um tíðarkarmin fyri Marknagilsdepilin, hevur elvt til høvuðbrýggj í landsfyrisitingini.

TG-Verk: Skúlin hálvt ár seinkaður

Størsti arbeiðstakarin í Marknagilsdeplinum, TG-Verk, hevur sagt, at depilin verður ikki liðugur 24. november næsta ár, sum Landsverk annars hevur sagt. TG-Verk sigur, at Marknagilsdepilin verður helst liðugur summarið 2017.

Í fyrradagin vóru aðalstjórin í Mentamálaráðnum, sum eigur Marknagilsdepilin, og aðalstjóran í Samferðslumálaráðnum, sum varðar av Landsverki, ið er byggiharri, á fundi.

Á fundinum varð Landsverk biðið um at koma við einari frágreiðing, og hana fekk Mentamálaráðið í gjár, mikudagin.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 18. august
Ja ella nei til ES?
211969
Týsdag 18. august
Ung lesa 7.partur - Kroppur og Sálarlív
210836
Mánadag 17. august
Poppverturin 12
208466
Mánadag 17. august
Fótbóltsprát: Troyttir KÍ'arar
211911
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 19. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212006
Týsdag 18. august
Veðrið
211985
Týsdag 18. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211970
Mánadag 17. august
Veðrið
211923
Leygardag 15. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211870