- Tíðindi, mentan og ítróttur
Flogfarið var góðkent
Írskir loftferðslumyndugleikar góðkendu flogfarið í mai. Ein talsmaður fyri írsku loftferðslumyndugleikarnar sigur, at øll loyvi vórðu kannað, og alt vísti seg at vera í lagi.
Flogfarið hjá russiska flogfelagnum Kogalymavia hevði kós móti Sankta Pætursborg, tá vanlukkan hendi. Flogfarið hevði bert verið á flogi í umleið ein hálvan tíma.
Kann taka mánaðir at finna orsøkina
Flogfelagið vísir aftur, at teknisk brek vóru atvoldin til vanlukkuna, og at motorarnir á flogfarinum vórðu kannaðir 26. oktober. Tá vórðu eingi brek staðfest.
Svarti kassin er funnin, men tað kann taka fleiri mánaðir at staðfesta, hví flogfarið datt niður, siga egyptiskir myndugleikar.
Síðani vanlukkuna leygardagin hava fleiri altjóða flogfeløg boðað frá, at tey vilja ikki flúgva yvir Sinai-hálvoynni, til staðfest er, hví flogfarið datt niður. Teirra millum eru Air France-KLM og týska Lufthansa.