Iran steingir kjarnorku sentrifugur

Iran steingir kjarnorku sentrifugur
Iran er so smátt farið at steingja sentrifugur, sum ríka uran, sambært avtaluni millum Iran og tey seks stórveldini, sum skrivað varð undir í summar
Iran er farið at steingja kjarnorku sentrifugur, sum ríka uran, í kjalarvørrinum á avtaluni, sum sjey stórveldi skrivaðu undir í summar
Mynd: Savnsmynd/AP  
 
02.11.2015 - 17:53

Ovasti leiðarin í Iran, Ali Khamanei, ayatollah, góðkendi fyri 14 døgum síðani atomavtaluna millum Teheran og tey seks londini.

Tey eru Týskland og tey fimm londini, sum manna føstu sessirnar í ST-trygdarráðnum. Khamanei gav samstundis boð um, at avtalan verður sett í verk eftir ávísum treytum.

Atomavtalan skal forða fyri, at Iran fer at gera kjarnorkuvápn, og hon hevur longu havt stóran týdning fyri iranska búskapin. Altjóða tiltøkini móti Iran eru linkað, men Khamanei hevur kravt, at tey verða sett úr gildi alt fyri eitt.

Iranski leiðarin legði eisini dent á, at Iran fer ikki at sleppa ætlanini um at goyma ríkað uran, fyrr enn eitt hernaðarligt stríðsevni í umstríddu avtaluni er loyst. Ætlanin er at seta altjóða tiltøkini móti Iran úr gildi í hesum árinum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 7. august
Vikuskiftið 7 august 2026
211661
Fríggjadag 7. august
RagnarRokk: Frode Glesnes um Lifeblood
209147
Hósdag 6. august
RagnarRokk 6.august 2026
209832
Hósdag 6. august
RagnarRokk: A.A.Williams um Solstice
209828
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 7. august
Veðrið
211659
Mikudag 5. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211581
Týsdag 4. august
Veðrið
211558