Kanning: Børn í Norðurgrønlandi eru fyri vanrøkt

Kanning: Børn í Norðurgrønlandi eru fyri vanrøkt
Børn í Norðurgrønlandi eru fyri vansorgan, kynsligari misnýtslu og ganga svong, vísir kanning. Myndugleikarnir mugu leggja uppí, heldur politikari
Børn í Norðurgrønlandi verða kynsliga misnýtt, ganga svong og eru fyri harðskapi, kemur fram í nýgjari kanning
 
03.11.2015 - 14:40

Danskir myndugleikar at eiga leggja uppí, nú ein frágreiðing vísir, at børn í Norðurgrønlandi eru fyri vansorgan, kynsligari misnýtslu og ganga svong.

Tað sigur Søren Espersen, framsøgumaður hjá Danska fólkaflokkinum í grønlendskum málum. Barnarættindastovnurin í Grønlandi, MIO, hevur skrivað frágreiðingina.

Frágreiðingin vísir, at børn eru fyri kynsligari misnýtslu, bæði smábørn og stór børn ganga svong, og tey eru eisini fyri harðskapi, sum ikki fær nakrar avleiðingar.

Hevur ikki álit á grønlendsku myndugleikunum

- Børnini hava tørv á hjálp, men fáa hana ikki, sigur barnatalskvinnan í Grønlandi, Aviaja Egede Lynge.

Søren Espersen sigur, at hann hevur ikki álit á, at grønlendsku myndugleikarnir eru førir fyri at loysa málið. segði Søren Espersen við danska kringvarpið fyrr í morgun.

Hann heldur, at støðan er so vánalig, at málsøkið børn eigur at verða tikið frá grønlendskum myndugleikum fyribils, og at danski ráðharrum í barnamálum, Ellen Thrane Nørby, skal umsita tað.

Landið brýtur altjóða barnasáttmála

Grønland brýtur altjóða barnasáttmálan, viðurkennir Aaia Chemnitz Larsen, sum nú umboðar flokkin IA í fólkatinginum. Hon hevur fyrr verið barnatalskvinna í Grønlandi. Aaia Chemnitz Larsen eftirlýsir, at okkurt verður gjørt.

Frágreiðingin vísir eisini, at myndugleikarnir alt ov sjáldan leggja uppí, hóast teir eru kunnaðir um støðuna. Martha Lund Olsen, landsstýriskvinna í almannamálum, sigur, at hon er farin undir eina tilgongd at loysa trupulleikan, og at neyðug orka verður sett av á eftirlitsøkinum næsta ár.

Hon sigur, at hetta er fyrstu ferð, at barnatalskvinnan hevur verið í smáu bygdunum og kannað støðuna. segði Martha Lund Olsen, landsstýriskvinna í almannamálum, við danska kringvarpið fyrrapartin.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 16. januar
Hjartabørn í Kenja - teknmálstulkað
186375
Mikudag 15. januar
Dagur og vika - teknmálstulkað
186354
Mikudag 15. januar
Veðrið
186323
Týsdag 14. januar
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
186275
Mánadag 13. januar
Við Gutta á fjalli - teknmálstulkað
186212