Framvegis eingin semja

Framvegis eingin semja
Einki spurdist burtur úr samráðingunum í Reykjavík um norðhavssild og svartkjaft
Einki spurdist burtur úr samráðingunum í Reykjavík um norðhavssild og svartkjaft í hesum umfarinum
 
06.11.2015 - 08:50

Strandarlondini hava samráðst alla vikuna, men sambært Morgunblaðnum í morgun samdust londini ikki um tey bæði uppsjóvarfiskasløgini.

Russland og Grønland vóru ikki við í samráðingunum í Reykjavík. Morgunblaðið skrivar ikki, nær næsta samráðingarumfar verður.

Langt millum partarnar enn

Við FiskeriBladet Fiskaren sigur norski samráðingarleiðarin Sigrunn Holst, at langt er millum partarnar enn. Hon sigur, at ætlanin var at hava nýggjar samráðingar nú í november.

Men nógvar samráðingar eru eftir um onnur fiskiveiði-rættindi, so ivasamt er, nær strandarlondini hittast aftur.

Um tvær vikur vera samráðingar um makrel, um tey 15,6 prosentini, sum Føroyar, Noreg og ES siga, at Russland, Ísland og Grønland eiga, og um fiskiskapin í altjóða sjógvi í Smoguni.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 20. august
Veðrið
212065
Mikudag 19. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212006
Týsdag 18. august
Veðrið
211985
Týsdag 18. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211970
Mánadag 17. august
Veðrið
211923