Ikki afturvald tingfólk fáa 1,5 milliónir krónur

Ikki afturvald tingfólk fáa 1,5 milliónir krónur
Landið skal rinda hálvaaðru millión krónur í ár til løgtingsfólkini, sum ikki vórðu afturvald á løgtingsvalinum 1. september
Tað kostar landinum hálvaaðru millión krónur í lønum til tey løgtingsfólkini, sum ikki vórðu afturvald á valinum í september. Tey fáa løn í fýra til seks mánaðir
 
09.11.2015 - 12:27

Formansskapurin í Løgtinginum hevur viðgjørt eitt uppskot um eykajáttan. Útreiðslan er lógarbundin og skal játtast. Løgtingsfólk, sum fara frá eftir eitt løgtingsval, fáa í minsta lagi løn í fýra mánaðir og í mesta lagi løn í seks mánaðir eftir valið.

15 fólk fara úr tinginum í ár. Tey fáa tilsamans 1,3 milliónir krónur í bíðipengum og tilsamans 200.000 krónur í eftirløn. Eftirlønin er til tey, sum fara úr tinginum, og sum eru komin í eftirlønaraldur.

Løgtingsval var í september. Av tí at nøkur løgtingsfólk fáa bíðipengar í seks mánaðir, skal ein upphædd eisini setast av til bíðipengar á fíggjarlógini fyri 2016.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 29. januar
Skratsj 29. januar 2025
187050
Mikudag 29. januar
Morgunlestur mikudagur 29.januar 2025
186657
Mikudag 29. januar
LEITISSTEIN 28.01.2025 (Tjant)
187008