USA ávarar ferðafólk

USA ávarar ferðafólk
Amerikanska uttanríkisráðið heitir á allar amerikanarar, sum ferðast uttanlands, um at vera serliga varnar
USA heitir nú á allar amerikanarar, ið ferðast uttanlands, um at vera serliga varnar. Orsøkin er ein yvirgangshóttan
 
24.11.2015 - 17:11

Ein nýggj ferðavegleiðing var almannakunngjørd í gjár, og hon er galdandi fyri øll lond. Orsøkin til ávaringina er yvirgangshóttan, skrivar Reuters.

Á heimasíðuni hjá amerikanska uttanríkisráðnum verður sagt, at eitt nú yvirgangsatsóknin í París fyrr í hesum mánaðinum og atsóknin í Keypmannahavn fyrr í ár er orsøkin til nýggju ávaringina.

Greinin heldur fram niðanfyri

- Upplýsingar vísa, at Islamskur statur, al-Qaeda, Boko Haram og aðrir yvirgangsfelagsskapir leggja yvirgangsatsóknir til rættis, verður sagt í fráboðanini.

 Víðgongdu felagsskapirnir fremja atsóknir at ítróttartiltøkum, leikhúsum, marknaðum og loftferðsluni.

Seinasta árið hava atsóknir verið í Fraklandi, Nigeria, Danmark, Turkalandi og Mali, stendur í fráboðanini frá amerikanska uttanríkisráðnum. Nýggja vegleiðingin er galdandi til 24. februar næsta ár.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 7. august
RagnarRokk: Frode Glesnes um Lifeblood
209147
Hósdag 6. august
RagnarRokk 6.august 2026
209832
Hósdag 6. august
RagnarRokk: A.A.Williams um Solstice
209828
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 5. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211581
Týsdag 4. august
Veðrið
211558
Fríggjadag 31. juli
Veðrið
211454