Minst 14 fólk latið lív í ódnarveðri

Minst 14 fólk latið lív í ódnarveðri
Ódnarveður og melduródnir í suðurstatunum í USA hava higartil kravt minst 14 mannalív og fleiri eru løstað
Í minsta lagi 14 fólk hava á jólum latið lív í suðurstatunum í USA, tá herviliga melduródnir gjørdu um seg í økinum
Mynd: AP  
 
25.12.2015 - 09:29

Tað er serliga í Mississippi, Tennessee og Arkansas, at ódnarveður gjørdi um seg tollaksmessudag, skriva útlendskir miðlar.

Millum tey deyðu var ein sjey ára gamal drongur, ið saman við familjuni koyrdi í bili, tá ein melduródn tók bilin, ið familjan koyrdi í. Higartil eru 20 melduródnir skrásettar í landsynningspartinum í USA.

Heldur ódnarveðrið í økinum fram, verður tað eisini tað hægsta talið av melduródnum, ið hava gjørt um seg í økinum í desember mánað, siga myndugleikarnir í Memphis.

Hitamet skrásett í New York

Nógv heim hava fingið skaða ella eru oyðiløgd av ringa veðrinum. Hildið verður, at umleið 70 milliónir fólk vóru stødd í økjum, sum vórðu rakt av ódnum tollaksmessudag, sambært sjónvarpsstøðini, ABC.

Minni flogfør vóru blást um koll á flogvallum, og fleiri motorvegir vórðu eisini stongdir í ringa veðrinum. Samstundis varð hitamet eisini sett í New York.

Í Central Park vórðu í gjár 22 hitastig mátað. Tað er eisini higartil heitasti dagurin, síðani almennu myndugleikarnir byrjaðu at skráseta upplýsingar um veðrið í 1871, skrivar tíðindastovan, AFP.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 25. juli
Radio Stjernekilde - Partur 10
209140
Fríggjadag 24. juli
Vikuskiftið 24. juli 2026
211275
Fríggjadag 24. juli
Praktikanturin #21: Tilda West
211268
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 24. juli
Veðrið
211272
Týsdag 21. juli
Veðrið
211182
Leygardag 18. juli
Sundalagsstevna 2026: 5mf dreingir 17-18
211100
Leygardag 18. juli
Sundalagsstevna 2026: 6mf masters kvinnur
211099
Leygardag 18. juli
Sundalagsstevna 2026: 10mf
211098