Hetta kann gerast tær dýrt í Italia

Hetta kann gerast tær dýrt í Italia
Skalt tú til Italia, mást tú ansa tær, hvar tú tveitir sigarettstubbar. Kastar tú teir frá tær alment, kann tað kosta tær 300 evrur, 2200 krónur
Roykjarar, sum tveita sigarettstubbar frá sær alment í Italia, fáa nú 300 evrur, umleið 2200 krónur í bót
 
04.01.2016 - 10:51

Italska stjórnin samtykti í desember nýggja umhvørvislóg, skrivar Roma Today. Tveitir tú tyggigummi ella annað smátt burturkast frá tær, fært tú, sambært nýggju lógini, millum 30 og 150 evrur í bót.

- Tað er týdningarmikið stig í sambandi við avtaluna, sum varð samtykt á veðurlagsráðstevnuni, COP21, í Paris, sigur italski umhvørvismálaráðharrin, Gian Luca Galetti.

Umframt at geva teimum bøtur, sum tveita burturkast á vegin, fáa kommunur, sum hava góðar skipanir fyri burturkast, viðurkenning. Skatturin í kommunum, sum einki gera fyri umhvørvið, verður hækkaður.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 31. juli
Vikuskiftið 31 juli 2026
211450
Fríggjadag 31. juli
Tað er einaferð um árið - 2026
211431
Fríggjadag 31. juli
Ólavsøkuaftan í útvarpinum
211430
Fríggjadag 31. juli
Omaneftir og niðaneftir 2026
211429
Fríggjadag 31. juli
RagnarRokk: Prika Amaral um Slave Machine
209136
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 31. juli
Veðrið
211454
Mikudag 29. juli
Tórshavnar Big Band: Minnist tú enn
75425
Mikudag 29. juli
Reyðar baklyktir á vegnum
16327
Mikudag 29. juli
Upp á gólv - Ólavsøkudagur
211375