Fjallaklintrarar latið lív í fronsku alpunum

Fjallaklintrarar latið lív í fronsku alpunum
Ein maður og ein kvinna úr Litava lótu í gjár lív nærindis fjallinum, Mont Blanc í fronsku alpunum, í einum skalvalopi
Tveir fjallaklintrarar lótu lív í fronsku alpunum í gjár. Á myndini Aiguille du Midi fjallarøðin á Mont Blanc
 
04.01.2016 - 11:02

Tað upplýsir hernaðarløgreglan í Fraklandi, sambært AFP. Tey vóru bæði royndir fjallaklintrarar. Skalvalopið byrjaði í 3.200 metrar hædd.

Skalvalopið kom eftir at nógvur kavi varð lagstur við Grands Montets, sum er vælkent skíðøki. Grands Montets er ein av tindunum í fjallarøðini við Mont Blanc.

Ein triði persónur, eisini úr Litvia, varð eisini tikin í skalvalopinum, men slapp frá hendingini uttan snuddir. Hetta er fyrsta álvarsliga skalvalop í fronsku alpunum henda veturin.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 27. juli
Nert ikki við á Pride 2026
211326
Mánadag 27. juli
Oyggjar undir trýsti – 4. sending
210596
Mánadag 27. juli
Poppverturin 9
208463
Mánadag 27. juli
RagnarRokk: J. Asgaard um Hævnen
209128
Sunnudag 26. juli
Søgan um Johnny Cash 4. partur
211306
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 28. juli
Á ólavsøku 2026 - teknmálstulkað
211359
Týsdag 28. juli
Kendir føroyingar: Kjølbro
73163
Týsdag 28. juli
Upp á gólv - Ólavsøkuaftan 2026
211331
Týsdag 28. juli
Teim bilti ei magn og mót
48851
Týsdag 28. juli
Ólavsøkuróðurin 2026
211357