Grønland skal fyrst hoyrast

Grønland skal fyrst hoyrast
Lógarmál, sum umfata Grønland, mugu ikki viðgerast í Fólkatinginum fyrr enn grønlendska sjálvstýrið er hoyrt, hava danskir ráðharrar fingið boð um
Ráðharrar í Danmark hava fingið áminning frá forsætisráðharranum um, at lógarmál, ið umfata Grønland, ikki mugu viðgerast í Fólkatinginum fyrr enn grønlendska sjálvstýrið er hoyrt
 
06.01.2016 - 11:57

Allir ráðharrar í Danmark hava fingið áminning frá forsætisráðharranum um, at lógarmál, sum umfata Grønland, ikki mugu viðgerast í Fólkatinginum fyrr enn grønlendska sjálvstýrið er hoyrt.

Tað stendur í sjálvstýrislógini. Orsøkin til brævið frá Lars Løkke Rasmussen til hini í ríkisstjórnini, er broytingin í revsilógini um aldursmarkið fyri videoavhoyring av børnum og ungum.

Viðgerðin í Landstinginum útsett

Aaja Chemnitz, fólkatingskvinna, gjørdi vart við støðuna í málsviðgerðini. Grønlendska Landstingið hevur útsett viðgerðina til vársetuna, sum byrjar 8. apríl.

Men danska løgmálaráðið ætlaði, at lógarbroytingin skuldi koma í gildi í Danmark, Føroyum og í Grønlandi 1. apríl. Longu í november í fjør var fyrsta viðgerð í Fólkatinginum.

Løgmálaráðið umber seg við, at Landstingið áður einmælt hevur tikið undir við, at aldurmarkið verður 15 ár. Men "den går ikke", sigur forsætisráðharrin.

Fólkatingið viðger uppskotið í vár

Sambært sjálvstýrislógini skal Landstingið viðgera slíkar lógarbroytingar áðrenn Fólkatingið ger tað, ella samstundis sum Fólkatingið, tá málið hevur skund, skrivar KNR.

Nú eru so danska Løgmálaráðið og grønlendska landsstýrið vorðin samd um, at Fólkatingið viðger uppskotið í vár, tá Landstingið hevur viðgjørt tað.

Løgtingið samtykti einmælt beint fyri jól í fjør broytingarnar í revsilógini um videoavhoyring av børnum og ungum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 2. januar
Vikuskiftið 2 jan 2026
202191
Fríggjadag 2. januar
Ein samandráttur um farna kappingarár
202172
Fríggjadag 2. januar
Árið, ið fór í mentan 2025
202171
Fríggjadag 2. januar
RagnarRokk: CK Smile um Life 4 Sale
201742
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 2. januar
Veðrið
202182
Hósdag 1. januar
Upp á gólv
202150
Hósdag 1. januar
Andakt
202148
Hósdag 1. januar
Vælkomin heim
202132