Almenningurin fær ikki innlit

Almenningurin fær ikki innlit
Fjølmiðlarnir - ella almenningurin - fáa ikki innlit í, hvussu tað gongur at seta nevndina, ið skal koma við uppskoti um nýggjan fiskivinnupolitikk
Hóast fýra mánaðir eru lidnir, síðan samgonguskjalið varð undirskrivað, fæst kortini einki at vita um nýskipanarnevndina
 
13.01.2016 - 13:20

Hóast fýra mánaðir eru lidnir, síðan samgonguskjalið varð undirskrivað, fæst kortini einki at vita um nýskipanarnevndina, ið skal koma við uppskoti um nýggjan fiskivinnupolitikk.

Útvarpið bað fyri viku síðan um innlit í arbeiðssetningin hjá nýskipanarnevndini og annað tilfar í sambandi við nýskipanararbeiðið, millum annað um, hvør væntandi skal manna nevndina.

Løgdeildin hjá Fiskimálaráðnum sigur, at talan er um innanhýsis arbeiðsskjøl og vil tí ikki geva Kringvarpinum innlit í, hvussu tað gongur at seta nevndina, og hvussu arbeiðssetningurin ljóðar.

Væl umboðaður arbeiðsbólkur skal gera tilmæli

Tónin í samgonguskjalinum er annars greiður. Har stendur, at ein vítt samansettur arbeiðsbólkur við fakligum førleikum og vinnuligum royndum verður settur alt fyri eitt at gera tilmæli til politisku skipanina um nýskipan av fiskivinnuni frá 1. januar 2018.

Eisini stendur, at fiskivinnan í framtíðini skal verða grundað á marknaðartreytir. Men nú fýra mánaðir eru gingnir síðan samgonguskjalið varð undirskrivað, ber einaferð enn til at staðfesta, at tíðarásetingar í politikki eru ikki altíð so eftirfarandi.

"Alt fyri eitt" er nú vorðið til 120 dagar, og eftir ætlan skal nýskipanarnevndin vera komin við sínum tilmæli í seinasta lagi á ólavsøku í ár. Frá í dag at rokna eru 157 samdøgur til ólavsøku.

Óhefta nevndin tveir fylgibólkar

Høgni Hoydal, landsstýrismaður í fiskivinnumálum, hevur fleiri ferðir sagt, at arbeitt verður miðvíst við at seta nevndina.

Hann hevur eisini sagt, at talan skal vera um eina óhefta nevnd við fólki, ið hava gott innlit í fiskivinnuna, løgfrøði, búskaparfrøði og fíggingarviðurskifti.

Óhefta nevndin skal sum skilst hava tveir fylgibólkar, ið regluliga skulu hoyrast um nýskipanararbeiðið. Annars verður annar politiski fylgibólkurin við umboðum fyri flokkarnar á tingi eftir ætlan settur. Hin er ein vinnuligur fylgibólkur við umboðum úr fiskivinnuni.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 21. august
Vikuskiftið 21 august 2026
212117
Fríggjadag 21. august
Vit nerta við tarmsjúku
212105
Fríggjadag 21. august
Breddin: Fiskidagar ella kvotur?
212090
Hósdag 20. august
RagnarRokk 20.august 2026
210713
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 21. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212086
Fríggjadag 21. august
Veðrið
212114
Hósdag 20. august
Veðrið
212065
Mikudag 19. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212006
Týsdag 18. august
Veðrið
211985