Heimsins elsti maður deyður

Heimsins elsti maður deyður
Japanarin Yasutaro Koide doyði í morgun, 112 ára gamal. Hann var elsti maður í heiminum
Heimsins elsti maður, japanarin Yasutaro Koide, doyði í morgun, 112 ára gamal
Mynd: AP  
 
19.01.2016 - 10:52

Koide varð føddur 13. mars 1903 og arbeiddi sum skræddari. Hann gjørdist elsti maður í heiminum í juli í fjør, men doyði í morgun av lungnabruna.

Tá hann varð spurdur um loyndarmálið við at liva so leingi, svaraði Koide, at tað besta er at sleppa undan at arbeiða so nógv, og at hava eitt gleðiligt lív.

Enn er ikki greitt, hvør verður eftirmaður Yasutaro Koide sum elsti maður, nú japanarin er deyður. Hann hevði fylt 113 ár 13. mars.

Heimsins elsti persónur er amerikanska kvinnan, Susannah Mushatt Jones, sum er 116 ára gomul. Hon varð fødd 6. juli 1899, sambært Guinness-metbókini.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 7. mars
Djóralækni og skúlastjóri
188123
Fríggjadag 7. mars
Dagur og vika - teknmálstulkað
188792
Fríggjadag 7. mars
Veðrið
188823