Samkynd kunnu nú vígast í kirkjuni

Samkynd kunnu nú vígast í kirkjuni
Fólkatingið hevur samtykt, at fólk av sama kyni nú kunnu giftast í kirkjum í Grønlandi. Lógarbroytingin hevur verið ávegis síðan 2014
Við 108 atkvøðum fyri og ongari ímóti hevur danska Fólkatingið samtykt, at pør av sama kyni í Grønlandi kunnu giftast og fáa vælsignilsi frá presti í kirkjuni
 
21.01.2016 - 16:37

Við 108 atkvøðum fyri og ongari ímóti hevur danska Fólkatingið samtykt, at pør av sama kyni kunnu giftast og fáa vælsignilsi frá presti í eini kirkju, skrivar sermitsiaq.gl

Hetta verður í lógini nevnt homovígslur, kyns-neutralar kirkjuvígslur og ælabogabrúdleyp, fyri at virða tey mongu sløgini av kærleika, sum eru viðurkend í 2015.

Viðgjørt í Landstinginum og Fólkatinginum

Henda lýsingin fevnir til dømis eisini um transseksuel pør, sum ikki eru samkynd. Lógarbroytingin hevur verið ávegis síðan 2014.

Lógin, ið nú er samtykt, varð fyrst samtykt í grønlendska Landstinginum og síðani liðugt viðgjørd í Fólkatinginum í Danmark.

Grønland hevur ikki heimtikið økið fyri familjurætt, og tí er tað Fólkatingið, sum tekur avgerð í málinum, skrivar grønlendska blaðið.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 8. januar
Mono 080125 - 1. sending
186041
Mikudag 8. januar
Skratsj 8. januar 2025
186039
Mikudag 8. januar
Góðan morgun Føroyar
186014
Mikudag 8. januar
Morgunlestur mikudagur 8. januar 2025
185731
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 8. januar
Dagur og vika - teknmálstulkað
186035
Týsdag 7. januar
Veðrið
185981
Týsdag 7. januar
Dagur og vika - teknmálstulkað
185950
Sunnudag 5. januar
Guðstænasta í Skála kirkju
185896