- Tíðindi, mentan og ítróttur
Doyði bara 48 kilometrar frá málinum

Bretski ævintýrarin, Henry Worsley, doyði í morgun á einum sjúkrahúsi í Kilenska býnum, Puntas Arenas, í royndini hjá sær at seta met.
Henry Worsley var bert 48 kilometrar frá at røkki máli sínum at gerast hin fyrsti nakrantíð at ganga einsamallur tvørturum Antarktis, tá ein tyrla mátti koma eftir honum fríggjadagin.
Greinin heldur fram niðanfyri
Explorer Henry Worsley dies on solo Antarctica crossing, raising money for charity https://t.co/BhCRQ4dTPF pic.twitter.com/RgMjq5wPxJ
— BBC News (UK) (@BBCNews) January 25, 2016
Lívið hjá Henry Worsley stóð kortini ikki til at bjarga, og hann doyði í morgun, 55 ára gamal. Hann hevði hevði ætlanir um fullføra ferðina, ið Sir Ernest Shackleton heldur ikki megnaði at fullføra fyri júst 100 árum síðan.
Teinurin til gongu tvørturum Antarktis er 1770 kilometrar, og Worsley væntaði at nýta 75 dagar um ferðina.
Fríggjadagin hevði hann gingið 1722 kilometrar í 71 dagar. Tá var Henry Worsley so niðurundirkomin av sjúku, møði og vætumissi, at tyrla mátti fara eftir honum og flyta hann á sjúkrahús.


























