Fátækrahjálpin skal ikki skattast

Fátækrahjálpin skal ikki skattast
Familjuískoytið, sum húski við lítlari inntøku fáa úr landskassanum, verður skattafrítt, sigur Kristina Háfoss, landsstýriskvinna í fíggjarmálum
Familjuískoytið, familjur við lítlari inntøku fáa úr landskassanum, verður skattafrítt, sigur landsstýriskvinnan
 
04.02.2016 - 14:36

Lógin, sum skal hjálpa fólki í fátækraváða, kom í gildi á nýggjárinum. Stakir uppihaldarar við einum barni fáa 18.000 kr. um árið fyri fyrsta barnið, umframt 5.000 kr. fyri hvørt barn, sum er afturat tí fyrsta barninum.

Hjá pørum við einum barni er familjuískoytið 22.000 krónur um árið, umframt 5.000 krónur fyri hvørt barn, sum er afturat fyrsta barninum.

Stuðulin verður goldin hvønn mánað. Og skattur verður ikki kravdur av pengunum, sambært lógaruppskoti, sum er á veg í Løgtingið.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 20. mai
Dylan 85
208635
Mikudag 20. mai
Serfrøðingurin: Málarin vitjar
208614
Mikudag 20. mai
Morgunlestur mikudagur 20.mai 2026
208379
Týsdag 19. mai
Morgunlestur týsdagur 19.mai 2026
208378
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 20. mai
Bygdin og bjørgini 3:3
202604
Mikudag 20. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
208611
Týsdag 19. mai
Veðrið
208590
Mánadag 18. mai
Veðrið
208523