Handtikin fyri at skalla duravørð

Handtikin fyri at skalla duravørð
Ein maður verður í løtuni avhoyrdur á politistøðini í Havn, tí hann skallaði ein duravørð í Havn tíðliga í morgun
Løgreglan avhoyrir í løtuni ein mann, ið varð handtikin um fýratíðina í morgun, tá hann skallaði ein duravørð á einum dansistaði í Havn
 
07.02.2016 - 10:09

Ein duravørður í Havn fekk smærri snuddir, tá ein maður skallaði hann uttan fyri eitt skeinkistað um fýratíðina í morgun, upplýsir vakthavandi á politistøðini í Havn.

Maðurin, ið skallaði, varð handtikin, og verður í løtuni avhoyrdur á politistøðini. Duravørðurin, ið varð skallaður, skal eisini avhoyrast í málinum seinni.

Ein maður í Suðuroynni meiðslaði fótin um nátturðatíð leygarkvøldið, tá ein ávirkaður bilførari koyrdi á fótin á manninum. 

Og í Eysturoynni varð ein maður tikin fyri at koyra ávirkaður. Tað hendi í Leirvík um sekstíðina í morgun, upplýsir vakthavandi á politistøðini í Havn.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 30. oktober
LEITISSTEIN 30.10.2026 (Eva Berghamar úr Kayak)
215666
Fríggjadag 30. oktober
Breddin: Valið í Ísrael og rúsevnaviðgerð
215647
Fríggjadag 30. oktober
Beinleiðis úr Studio 5 - Benjamin Rajani
215639
Fríggjadag 30. oktober
RagnarRokk: Bülent Ceylan um B.L.N.T.
215051
Hósdag 29. oktober
RagnarRokk: Jorn Lande um From The Dark
214436
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 30. oktober
Møti úr Nerija á Skála - teknmálstulkað
215672
Fríggjadag 30. oktober
Dagur & vika - teknmálstulkað
215643
Fríggjadag 30. oktober
Veðrið
215674