Umhvørvisgóðkenningin hjá Marine Harvest dagførd

Umhvørvisgóðkenningin hjá Marine Harvest dagførd
Í dagførdu góðkenningini hjá Marine Harvest er serligur dentur lagdur á, at evni, sum verða brúkt til alingina, ikki hava árin á umhvørvið
P/f Marine Harvest Faroes hevur fingið dagførda og endurnýggjaða umhvørvisgóðkenning fyri alingina har norðuri í Sundunum, við Fossá og Haldórsvík
 
09.02.2016 - 07:57

P/f Marine Harvest Faroes hevur fingið dagførda og endurnýggjaða umhvørvisgóðkenning fyri alingina har norðuri í Sundunum, við Fossá og Haldórsvík.

Í góðkenningini er serligur dentur lagdur á, at evni, sum verða brúkt til alingina, ikki hava árin á umhvørvið. Eisini er kravt, at felagið regluliga kannar botnin undir aliringunum.

Úrslitini av hesum botnkanningum skulu takast við í framtíðar ætlanum um aling. Verður dálkingin ov stór, kann Umhvørvisstovan seta forboð fyri, at felagið setur fisk út aftur í økinum ella í pørtum av økinum, stendur í góðkenningini.

Góðkenningin kann kærast

Góðkenningin kann kærast til landsstýriskvinnuna í umhvørvismálum. Freistin at kæra er til 7. mars. Sambært Umhvørvisstovuni hevur aling á sjónum ávísa dálking við sær, sum kann ávirka umhvørvið.

Dálkingin stavar millum annað frá fóðri og skarni. Fóður, sum ikki verður etið, søkkur saman við skarni niður á botn, har tað kann hópast upp.

Harafturat kemur ein ávís dálking frá heilivági og frá evnum, sum verða nýtt at verja aliútgerðina. Serliga kopar, sum ofta verður brúkt at impregnera alinótir, dálkar.

Tá nótirnar eru í sjónum, søkka flakar av impregnering sum frálíður á botn og kunnu hópast upp har, sigur Umhvørvisstovnan.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 17. juni
Skratsj 17. juni 2026
209843
Mikudag 17. juni
HM-poddurin: Frá Pelé til Messi
209837
Mikudag 17. juni
Morgunlestur mikudagur 17.juni 2026
209564
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 16. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
209810
Týsdag 16. juni
Veðrið
209804
Mánadag 15. juni
Reynsatindur - teknmálstulkað
209762