Óvist um Zika-virus er so skaðiligt

Óvist um Zika-virus er so skaðiligt
Læknar í Argentina halda, at tað er ikki Zika-virusið, ið er atvoldin til, at børn eru fødd við heilaskaða, men hinvegin eitt evnafrøðiligt evni
Zika-virusið er ikki so skaðiligt, sum hildið annars hevur verið, siga læknar í Argentina nú. Á myndini verður Zika-virusið kannað á eini rannsóknarstovu í Brasil
 
16.02.2016 - 10:38

Kvinnur um allan heim eru ávaraðar móti Zika-virusinum, tí samband kann vera millum virusið og viðfødda heilaskaðan, mikrocefali, har børn verða fødd við ov lítlum høvdi.

Heimsheilsustovnurin, World Health Organization (WHO), sigur, at sambandið millum virusið og heilaskaða kann verða endaliga váttað um nakrar vikur.

SÍ EISINI Kann gera um seg í Evropa

Men læknarnir í argentinska felagsskapinum, PCST, halda, at syndarin er ein heilt annar; eitt evnafrøðiligt evni, sum brasilsku myndugleikarnir hava latið út í drekkivatnið fyri at forða mýggjabitum í at nørast í vatnbyrgingum.

Argentinsku læknarnir vísa á, at fleiri fólk í øðrum londum eru smittað við Zika-virus, men uttan tilburðir við mikrocefali, sum verður knýtt at virusinum, skrivar Tech Times.

Bíða eftir vísindaligum prógvum

Læknarnir siga, at eisini evnafrøðiliga envið pyriproxyfen er latið í drekkivatnið júst í teimum økjum, har nógvir tilburðir av mikrocefali eru ávístir.

Brasilski stakstaturin, Rio Grande do Sul, hevur steðgað nýtsluni av pyriproxyfen, til málið er kannað, skrivar blaðið The Telegraph.

Stjórnin í Brasil vísir hinvegin aftur ástøðinum um pyriproxyfen og leggur dent á, at eingi vísindalig prógv eru fyri, at pyriproxyfen er orsøkin til mikrocefali.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 2. november
RagnarRokk: Jakob Lærke Harris um Anomaly
215052
Sunnudag 1. november
Allahalganna guðstænasta í Havnar kirkju
215726
Sunnudag 1. november
Bolero - satsir nr 2 úr symfonium.
215719
Sunnudag 1. november
Guðstænasta í Nólsoyar kirkju
215718
Sunnudag 1. november
Filosofiskur 6.partur
215646
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 1. november
Andakt við Dann Johannesen
215717
Sunnudag 1. november
Guðstænasta úr Nólsoyar kirkju
215723
Leygardag 31. oktober
Landsinnsavning hjá Reyða Krossi 2026
215711