Fer nú at greiða frá øllum tí, hann veit

Fer nú at greiða frá øllum tí, hann veit
Ein fyrrverandi kanningarleiðari fer í dag at greiða eini norskari kanningarnevnd frá øllum smálutunum við eldsbrunanum á Scandinavian Star í 1990
Flemming Thue Jensen (innsettur í myndina), ið sigur seg vita, hvør setti eld á Scandinavian Star, fer fyrrapartin at greiða norskari kanningarnevnd frá øllum tí, hann veit um vanlukkuna í 1990
Mynd: Savnsmynd/AP  
 
22.02.2016 - 10:38

Nú kemur sannleikin fram um eldsbrunan umborð á Scandinavian Star í 1990. Í øllum førum um ein maður hevur avgerðina einsamallur.

Flemming Thue Jensen, fyrrverandi skipsinspektørur og kanningarleiðari, fer fyrrapartin at greiða frá øllum tí, hann veit um vanlukkuna, tá 159 fólk doyðu.

Fyrrverandi kanningarleiðarin skal fyrrapartin hitta norsku kanningarnevndina, sum norska Stórtingið setti í mai mánað í fjør, skrivar DR.

Ikki álit á norsku løgregluni

Flemming Thue Jensen, ið – eftir tøgn í 26 ár – nú bart út ætlar at fortelja kanningarnevndini um allar smálutirnar í vanlukkuni.

- Eg fari at fortelja teimum nógv meira, enn eg fortaldi á tíðindafundinum, sigur fyrrverandi skipsinspektørurin og kanningarleiðarin.

Flemming Thue Jensen gleðir seg at hitta kanningarnevndina, tí norsku løgregluni hevur hann ikki álit á, sigur hann sambært miðlum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 7. august
Vikuskiftið 7 august 2026
211661
Fríggjadag 7. august
RagnarRokk: Frode Glesnes um Lifeblood
209147
Hósdag 6. august
RagnarRokk 6.august 2026
209832
Hósdag 6. august
RagnarRokk: A.A.Williams um Solstice
209828
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 7. august
Veðrið
211659
Mikudag 5. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211581
Týsdag 4. august
Veðrið
211558