Norska løgreglan: Upplýsingar nýggjar fyri okkum

Norska løgreglan: Upplýsingar nýggjar fyri okkum
Løgreglan í Oslo visti einki um upplýsingarnar hjá pensjoneraða skipaeftirlitismanninum, Flemming Thue Jensen
Norska løgreglan visti ikki, hvør setti eld á Scandinavian Star í 1990, sigur ein granskingarleiðari hjá løgregluni í Oslo
Mynd: Savnsmynd/AP  
 
23.02.2016 - 17:54

Norska løgreglan visti ikki, hvør setti eld á Scandinavian Star í 1990. Tað sigur Terje Bechmann Dahl, granskingarleiðari hjá løgregluni í Oslo.

- At hann skal hava vitað leingi, hvør gerningsmaðurin er, hava vit ikki vitað nakað um. Vit vilja sjálvandi fáa meira at vita um tað, sigur norski løgreglumaðurin.

Sigur seg vita, hvør setti eld á

- Gerningsmenninir mugu hava verið nakrir av manningini, sum fóru umborð aftur á brennandi ferjuna fyri at hjálpa við at sløkkja eldin, eftir at ferjan varð sleipað í havn í Svøríki.

Tað sigur Flemming Thue Jensen, fyrrverandi skipaeftirlitsmaður. Upplýsingarnar styrkja illgrunan um, at millum annað týsk-amerikanski maskinmeistarin á Scandinavian Star kann vera ein av teimum, sum setti eld á.

Flemming Thue Jensen steig sunnudagin fram í danska blaðnum, Politiken. Har segði hann, at hann veit, hvørjir gerningsmenninir eru, men at hann vil ikki siga nøvnini.

SÍ EISINI Fer nú at greiða frá øllum tí, hann veit

Hann heldur eisini, at løgreglan longu veit nøvnini á teimum seku, og at hann tí ikki hevur ligið á týdningarmiklum upplýsingum í 26 ár.

Millum annað tí noktar Flemming Thue Jensen, fyrrverandi eftirlitsmaður, at lata norsku løgregluna avhoyra seg um morðbrandin í 1990.

Thue Jensen sigur, at norska løgreglan kannaði ikki upplýsingarnar, sum hann gav teimum, eftir at hann, sum hin fyrsti, hevði kannað útbrunna skipið í apríl 1990.

Málið kundi verið uppklárað

- Tað syrgiligasta er, at høvdu teir lurtað eftir tí, sum eg segði, so hevði talið av fólkum undir illgruna ikki verið 482, men tríggir persónar. So hevði málið verið uppklárað eftir einum mánað.

- Tað er, haldi eg, størsta gølan, sigur hann. Í juni eru tvey ár liðin, síðan politimeistarin í Oslo avgjørdi at taka málið frá 1990 uppaftur.

Tað hendi eftir, at ivi varð sáddur um, hvørt tey høvdu funnið rætta gerningsmannin, ein danskan lastbilførara, sum læt lív í eldsbrunanum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 15. januar
Morgunlestur hósdagur 15.januar 2026
202444
Mikudag 14. januar
Dansival
202653
Mikudag 14. januar
Skratsj 14. januar 2026
202650
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 14. januar
Dagur og vika - teknmálstulkað
202632
Týsdag 13. januar
Veðrið
202610
Týsdag 13. januar
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
202571
Mánadag 12. januar
Veðrið
202554